Deyðsgongin: Drepandi inniluft á Landssjúkrahúsinum
Perlur: Sparingar er orsøk til vánaliga ventilatión og útlufting í nýggja og gamla bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur seg ikki kenna til málið. Arbeiðseftirlitið vil hava fleiri upplýsingar, men blaðið hevur funnið fram til álitis- og trygdarumboð, sum váttar, at klaga er send til leiðsluna, og at inniluftin hevur verið viðgjørd á trygdarfundi, har eisini sjúkrahússtjórin var til staðar. Kelda:
Oyggjatíðindi 9. apríl 2008.
Í seinastu viku boðaði leiðslan á Landssjúkrahúsinum frá í útvaldu miðlunum, at stovnurin var í ferð við eina charmuoffensiv, so fólk aftur kundu hava álit á stovninum.** Leiðslan legði serliga stóran dent á, at starvsfólk føldu seg væl á hesum arbeiðsplássinum. Dult varð ikki fyri, at orsøkin var nekativa umrøðan seinastu tíðina. Í hesum sambandinum var serligt átak í seinastu viku, har heimalombini í almennu og privatu pressuni, sótu á fremsta bonki og hildu mikrofonuni.
Oyggjatíðindi hevur hinvegin fingið skrivliga fráboðan um, at leiðslan ikki longur vil samskifta við blaðið, orsaka av ov kritiskum journalistikki, men tað heldur okkum sjálvandi ikki frá, at koma við fleiri avdúkingum.
Hesar avdúkingar prógva, at starvsfólkini ikki júst hava verið frammarlaga í huganum hjá leiðsluni, tá nýggi sjúkrahúsbygningurin varð tikin í nýtslu.
Inniluftin í rúminum aftanfyri cafeteria, í nýggja bygninginum, er so vánalig, at starvsfólk hava støðuga høvupínu, ilt í eygunum og í munninum, og føla seg sera illa tilpassar, og hava ringt við at konsentrera seg um arbeiði.
Haraftrat hava starvsfólk trupulleuikar í andingarleiðini.
Og líka illa stendur til í tunnlinum, haðani maturin kemur frá køkinum omanfyri vegin. Har arbeiða eisini starvsfólk við at leggja seingjarklæðir á sengurnar, og skipað annars klæðir og annað til vask, og taka í móti reinum klæðum, sum skulu útaftur á deildirnar.
Tað er í hesum umhvørvinum, starvsfólkini ikki fáa arbeitt. Inniluftini verður ikki bara mett vánalig, men beinleiðis lívshættislig. So hættisligt, at fleiri hava klagað viðurskiftini til leiðsluna, men klagur eru eisini farnar til fakfelagið hjá teimum, sum arbeiða í hesi sjúkligu inniluftini.
Eisini er klagað til Arbeiðseftirlitið.
Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur seg ikki kenna til nakra klagu um inniluftina hjá hennara limum á Landssjúkrahúsinum. Hvørki, sum post-sent bræv, ella sum teldubræv.
Og hon leggur aftrat, at vóru trupulleikar, so vildi felagið tikið teir upp beinanvegin, tí felagið vildi ikki góðkent, at limirnir blivu sjúkir av inniluftini. Hjá Arbeiðseftirlitinum er støðan tann sama. Har segði stjórin, Karl Joensen, at hann vildi kanna málið.
Aftaná at hava kannað málið, kundi hann ikki finna nakra klagu, men bað blaðið um nærri kunning um støðuna.
Men tað hevur ikki eydnast at fáa nakran at leggja navn til kritikkin, tí fólk bera støðugan ótta fyri at leiðslan forfylgir teimum ónøgdu, og tey hava teir báðar forfylgdu portørarnar í huganum.
Oyggjatíðindi hevur tó síðani funnið fram til álitis- og trygdarumboði hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, nevniliga Ninu Dahl, sum hinvegin váttar, at klagur hava verið um inniluftina, og at fólk gjørdist sjúk og illa tilpass av arbeiðsumhvørvinum.
Vit hava avdúkað deyðsgongina og dre-pandi inniluftina á Landssjúkrahúsinum.