Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Depil byggjast til børn og ung við fjølbreki

Depil byggjast til børn og ung við fjølbreki í Runavík Skjøtul verður nú settur á nýggjan depil í Eysturoynni til børn og ung við fjølbreki. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur gjørt av, at nýggi depilin verður bygdur í Runavík. Avgerðin hjá landsstýriskvinnuni um at byggja í Runavík er grundað á tilmæli, hon hevur fingið handað frá bygginevndini.

-Tað eru góð tíðindi, at gongd nú kemur á byggingina. Við hesi byggingini er eitt stig tikið rætta vegin til at fáa til vega betri karmar fyri børn og ung við fjølbreki. Talan verður um eitt nútímans tilboð við øllum hentleikum til øll børn og ung í Føroyum við fjølbreki. Tað er eitt stórt framstig at vit fáa ein depil, sum er bygdur til endamáli, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Depilin verður klárur at taka í nýtslu á sumri 2013, og virksemið kemur at fevna um eitt dagtilboð til 12 børn og ung við fjølbreki. Afturat dagtilboðnum verður eisini ein umlættingareind við 8 plássum.

Nýggi depilin í Runavík kemur at avloysa dagstovnin Reiðrið.