Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Demokratiskt kaos

Oddagreinin í Oyggjatíðindum 7. oktober 2011:

Um tríggjar vikur verður løgtingsvalið. Valstríðið hevur verið tamt, men har tað hevur verið ført, eru valevnini ikki sjónlig í trunkanum, tí tey mestsum eru dottin um beinini á hvørjum øðrum.

Vit hava lagt merki til, at ávís valevnir hava lagt sín boðskap út á Facebook, sum smáar lýsingar, men vit kunnu við vissu siga, at hesar als onga aðra ávirkan hava enn at vera til mikið forargilsi hjá teimum, sum regluliga brúka facebook.

Tað sær út til, at valevnini hava ikki evnini, at gera seg sjónlig. Hetta er eitt sindur av einum paradoksið, tí samfelagsstruktururin er soleiðis, at føroyingar til dagligt ikki hava eina meining uttan fyrst at hava vissa seg um, at meiningin er tann sama, sum hjá hinum.

Her velja tey flestu at klumpa seg saman í ein bólt, akkurát, sum fiskatorvurnar.

Tann sum er uttanfyri er lættur at fáa eyga á og soleiðis kann verða etin av rovfiskum. Skal eitt valstríð rigga, so mugu valevnini í minsta lagi bróta seg út úr hesum bólkatrýstinum, tora at “blotta” seg sjálvi, og tora at skríggja boðskapin út, og tora at vera sjónligt valevnir, eisini har øll hini ikki eisini halda til.

Tað kann enntá vera munurin. Trupulleikin er vanahugsanin.

Leiðslupersónar í flokkunum sleppa framat teimum røttu miðlunum, so hjá teimum er eingin trupulleiki. Hesir ráðgeva oftani hinum, so tey gerast atkvøðuneyt, heldur enn at hava nakran møgleika at vera vald, og harvið verða ein hóttan hjá teimum, ið hava maktina í flokkunum.

Hini hava ikki annan møguleika, enn at royna okkurt sjálvi. Eingin hjálpir teimum. Tann størsta mótstøðan hjá flestu valevnum er ikki frá øðrum flokkum, men í egnum flokkum.

Øll vita, at valevnir í somu flokkum, eru ljót hvør móti øðrum, tá tey royna at ávirka veljarafjøldina. Fleiri fáa knívar í ryggin, verða spilt út og tað, sum er verri.

Men so leingi, sum valevnini ikki evna at flyta seg úr tronganum, og gerast sjónlig, hava tey heldur ongan møguleika at verða hoyrd.Hetta er í veruleikanum harmiligt.

Vit hava heilt givið eitt demokratiskt kaos í hesum samfelagnum.

Stríðið í Sjálvstýrisflokkinum heldur fram.

Fleiri taka seg aftur, sum valevnir, men Kári á Rógvu, sýnist eisini at hava avgjørt, at kann hann ikki fáa flokkin, so skal eingin annar hava hann, og tað fær eisini álvarsamar avleiðingar á løgtingsvalinum.

Dan Klein, blaðstjóri