Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Demokratia café í Spaniastovu

Mikukvøldið 24. juni – í annaðkvøld – kl. 19:30 - 21:30, skipar Demokratia fyri café-fundi í Spaniastovu í Klaksvík. 

Tíðindaskriv:

Eydna Skaale, retorikari, fer at halda fyrilestur undir heitinum “At tora at traðka fram.”

Eftir tað verður steðgur við søtum ábiti, og ta løtuna fer Danny Baldursson at undirhalda við tónleiki.

Síðani setast tær tríggjar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna og býráðslimur, Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna og Óluvá Klettskarð, býráðslimur, í eitt kjakpanel, har orðaskiftið í høvuðsheitum fer at taka støði í hesum:

At tora at stíga fram og siga sína hugsan, og royna at sannføra onnur, er av stórum týdningi í dagsins samfelag, ið krevur alsamt meiri støðutakan av einstaklinginum og felagsskapinum. Tess fleiri, sum eru við í árenningini at vísa á loysnirnar, tað betri verður grundarlagið fyri at taka avgerðir og jørðildið tað haldbetri undir tiknum avgerðum.

Kvinnur og menn eru borgarar í samfelagnum, og verða øll rakt onkursvegna av teimum avgerðum, ið verða tiknar á ymsum stigum í samfelagnum. Tískil er tað ein sjálvfylgja, at bæði kvinnur og menn eru við til at mynda samfelagið.

Møtið fjølment – kvinnur og menn !