Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Deiligt at síggja úrslitini

Dan Klein --- 02.11.2017 - 10:36

Nú gamli Kommunuskúlin stendur liðugur sum Finsen við nýggjum lestraríbúðum, er hetta enn eitt úrslit av mongum, ið standa eftir stóra arbeiðssemið í undanfarna býráð

Tað er sanniliga hugaligt, at arbeiðið við gamla Kommunuskúlanum í Havn nú er komið á mál, so vit mitt í býnum hava fingið ein nýggjan miðdepil, Finsen, ið telur ikki færri enn 37 lestraríbúðir, ið verða ungdóminum til gleði og gagns og gleði.

Hetta vísir bara, at vit gjørdu rætt, tá vit í januar í fjør gjørdu avtalu við Bústaðir um hesa spennandi verkætlan, ið nú stendur liðug, so Kommunuskúlin aftur kemur til heiður og æru og stendur sum eitt satt prýði fyri býin. Nú tó sum nýggi íbúðarbygningurin Finsen, uppkallaður eftir einum at Havnar mætastu synum.

Eisini er gleðiligt, at tað er gingið upp fyri Tjóðveldi, at hesin bygningur er eitt stórt aktiv, ið kann gerast ein sannur fongur fyri høvuðsstaðin og alt miðbýarlívið. Tjóðveldi í býráðnum mælti annars til at javna Kommunuskúlan við jørðina, tí hann býarskipanarliga ikki var nakað prýði og slett ikki passaði inn í býarmyndina.

Tíbetur lurtaðu vit ikki eftir Tjóðveldi tá, og tí kunnu vit nú tvørturímóti fegnast um, at enn ein verkætlan hjá undanfarna býráð nú er framd í verki.

Eitt satt prýði
Vit kunnu gleða okkum til at síggja nógv lív í miðbýnum við nógvum ungdómi, samstundis sum Finsen verður eitt alment savningarstað hjá øllum borgarum, tí aulan framvegis fer at verða brúkt til tónleik, list, framsýningar, fyrilestrar og onnur mentanarlig tiltøk.

Serliga kunnu vit fegnast um, at aulan aftur kemur til heiður og æru, tí hon hevur ikki verið brúkt til nakað serligt í fleiri ár. Tað var tann tíð, tá Kommunuskúlaaulan var besta og fyri so vítt einasta konsertstað í Havnini, so vit gleða okkum til aftur at njóta ymisk tiltøk í teimum fantastisku kørmum, listin hjá William Heinesen og Ingálvi av Reyni gevur hesum deiliga rúmi.

Bert er tað spell, at nýggju býráðsmeirilutin slepti ætlanini um at brúka báðar fimleikahallirnar til innandura spælipláss hjá ungum, eins væl og rørsluøki til eldri, sum ætlanin hjá okkum annars var. Hví tann ætlanin varð slept, dugi eg ikki rættiliga at skilja, tí tað hevði bøtt munandi um ta góðu heild, vit tá høvdu fingið í alt økið, líka frá Steinatúni og Grasagarði og niðan í Finsensgarðin.

Alla tíðina trúðu vit uppá, at Finsen kundi gerast ein nýggj perla í miðbýnum, og tað gongur eisini sjón fyri søgn nú. Eitt skifti stúrdu mong fyri, at blámusoppur skuldi gerast ein forðing, men við nútímans útgerð og mannagongdum er bilbukt fingin við tann trupulleikan, so bygningurin nú stendur sum spildur nýggjur.

Burtursæð frá, at vit ikki fingu gagnnýtt fimleikahallirnar til fulnar, hava vit fingið tað besta, vit kundu fáa burtur úr hesum stóra og stásiliga bygningi, so hann nú stendur sum eitt satt prýði fyri okkara bý.

Heðin Mortensen
býráðslimur