Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

De små tyve hænger man. De store lader man løbe

So siga danir. Og tað hava vit so ruddiliga tikið til okkara og praktisera til fulnar. Vit kunnu eisini til tíðir hoyra útsøgnina: Ongin er tjóvur, tí hann stjelur, men tí at hann ikki dugir at stjala, og tað kunnu tey flestu eftirhondini skriva undir upp á, tí tað gongur sjón fyri søgn.

Meðan 65 mill. kr. longu eru avskrivaðar av mvg-skuld, so sigst, at aðrar 33 mill. kr. fara at verða avskrivaðar í nærmastu framtíð, meðan 120 mill. kr. í mvg-skuld standa úti, sum er. Hetta eru ognir landskassans, sum at síggja til risikofrítt direkta ella indirekta verða stolnar. Maðurin á landskassanum sigst hava fingið stóra mvg-skuld strokna, so hann dugur allarhelst at fara væl við sínum lagsbrøðrum, ið skylda.

Og meðan landskassans peningur svimur í høgraradikalum pengatankum, so bløðir landskassin so nógv, verður sagt, at skerjast má hjá teimum, ið hava minst. M.a. skulu tey við hægstu fyritíðarpensión missa rættin til dagpening vegna sjúku og harvið spara landskassanum 1,8 mill. kr. um árið. Harra Jemini! Hvat eru tað fyri fólk, ið stjórna landinum. Siga at tey spara hjá teimum ið ringast eru fyri, fyri at halda játtanarkarminum, meðan 10-tals og aftur 10-tals mill. kr., ið átti at verið í landskassanum ikki verða effektivt innkravdar, men uttan víðari latnar privatum til egna nýtslu. Slíkt er ikki demokrati, men kleptokrati. Og tað má burtur. Kosta hvat tað kosta vil.

Og samstundis hoyra vit, at 96 fleiri nýggir flatskattabilar eru keyptir 1. hálvár. So vónandi fær landskassin nøkur eyka oyru, at gera gott við. Ikki tí. Risikoin er sera stór fyri, at innkomni peningurin bert fer til at skapa størri ójavna við m.a til ekstraordinær pensiónsviðurskiftir og luksus ferðaútreiðslur til okkara fólkavaldu, heldur enn at tey verða latin til tey mongu hart treingjandi . Men vit fara at síggja, hvussu leikur fer. Undir øllum umstøðum so treingja vit harðliga til eina nýggja og meira menniskjavinaliga og solidariska kós, har øll verða vird líka og annars eru líka yvir fyri lógini.

Dagfinnur Danbjørg.