Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Vágaportalurin

David handaði løgmanni undirskriftir

Beint eftir tingfundin í dag, handaði ein ungur drongur, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi, løgmanni skriv við yvir 1000 undirskriftum við kravi um, at løgtingið fremur lógarbroytingar, soleiðis at føroyska samfelagið verður tryggari og rættvísari fyri okkara børn.

Tíðindaskriv:

Í bert fáar dagar hevur tað eydnast felagnum Verjið børnini at savna yvir 1000 undirskriftir.

Felagið Verjið børnini varð stovnað fyri smáum tveimum vikum síðani og hevur síðani tá gjørt eitt megnararbeiði fyri at savna undirskriftir og varpa ljós á kynsligan ágang ímóti børnum í Føroyum.

Skrivið er soljóðandi: Felagið Verjið børnini krevur, at løgtingið fremur lógarbroytingar, soleiðis at føroyska samfelagið verður tryggari og rættvísari fyri okkara børn.

1. Tað skal vera eitt krav, at øll, sum arbeiða við børnum skulu sýna fram barnaváttan. Hetta skal vera galdandi bæði hjá tí almenna og innan fríðtíðarvirksemi.

2. Vit ynskja, at Barnahús verður sett á stovn skjótast gjørligt, soleiðsi, at tað verður lættari hjá børnunum at boða frá, um neyðugt.

3. Vit ynskja, at øll, sum arbeiða við børnum og ungum skulu læra at eygðleiða, um børn hava verið fyri kynsligum ágangi.

4. Vit ynskja, at børn, heilt frá barngarðstíðini skulu verða lærd og upplýst um kynsligan ágang. Fleiri bøkur finnast við frálæru til børn, um hvussu tey skulu fyrihalda seg hesum viðvíkjandi.

5. Vit ynskja, at dómurin fyri kynsligan ágang verður herdur.

6. Vit ynskja, at allir skemmarar, ið verða dømdir skulu í viðgerð.

Sálarfrøðingar avgera longdina av viðgerðini.

Mimmy Vágsheyg 273344, Joan Baldvinsson 599081, Rói Norðoy 792783