Dátuverndarlógin
1. januar 2021 kemur nýggj Dátuverndarlóg í gildi og er tað umráðandi, at feløg og sambond seta seg inn í nýggju reglurnar.
Vegleiðingin og fylgiskjølini hava verið til hoyringar hjá sambondunum, og eru nú rættaði til.
Tilfarið:
Kunning og vegleiðing til ítróttarfeløgini viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum
Fylgiskjal 1: Privatlívspolitikkur (sum feløgini skulu fylla út og almannakunngera fyri sínum limum o.ø)
Fylgiskjal 2: Yvirlit yvir viðgerðir av persónupplýsingum (her skulu feløgini skjalprógva, hvussu persónsupplýsingarnar verða viðgjørdir)
Fylgiskjal 3: Dátuviðgeraravtala (flestu dátuviðgerar hava standardavtalur, og er hetta ein alternativ, um dátuviðgerin ikki hevur eina)
GG: at sambond í ávísan mun viðgera persónupplýsingar, og eiga tí eisini at seta seg inn í og brúka tilfarið.
Feløg og sambond eru meira enn vælkomin at seta seg í samband við skrivstovuna hjá ÍSF við ivamálum og spurningum.
Vegleiðingar til reglurnar í Dátuverndarlógini finna tit her