Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dapurskygni um ein sunnan búskap

Eitt aftursvar til Annfinn Brekkstein.

Annfinn Brekkstein pástendur í fyrsta umfari í drúgvari grein í øllum miðlunum, at Tórshavnar kommuna síðan 2008 hevur havt eina gongd við vaksandi rakstrarútreiðslum. Hetta er í minsta lagi ein sannleiki við modifikatiónum, um hann ikki er púra skeivur.

Orsøkin er tann, at í 2008 vóru rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu 484 mió. kr. Í fíggjarætlanini fyri 2012 eru rakstrarútreiðslurnar mettar at vera 494 mió. kr. Hetta er einans ein vøkstur á góð 2% yvir 5 ár. So hyggur tú bara at krónum og oyrum, so er talan um ein lítlan vøkstur.

Men prístalið er frá 1. ársfjórðingi í 2008 til nú hækkað úr 113,9 til 118,4. Hetta er ein vøkstur á úti við 4%. Prístalið er soleiðis hækkað væl meira enn rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar kommunu.

Sostatt hevur Tórshavnar kommuna reelt tálmað rakstrarútreiðslurnar, hóast bæði prísvøkstur og lønarvøkstur í tíðarskeiðnum, og hóast borgararnir hava fingið fleiri nýggjar og betri tænastur, sum lætta um hjá familjum og einstaklingum. Úr rúgvuni kann eg nevna, at foreldragjaldið til dagstovnar er lækkað úr 30 niður í 25%, munandi systkinaavsláttur er gjørdur til tær familjur, ið hava fleiri børn í dagstovni, ungdómsvirksemið í kommununi er munandi útbygt og útbyggingar eru gjørdar á ítróttaøkinum t.d. Tórsbreyt og Fimi, og ókeypis bussleiðin er víðka. Fleiri av hesum tiltøkum virkar í veruleikanum sum skattalætti hjá fleiri av borgarum okkara.

Skattaprosentið** Í øðrum lagi pástendur Annfinn Brekkstein, at vit hava eitt hækkandi skattaprosent. Veruleikin er, at Tórshavnar kommuna hevur eitt meðalskattaprosent í mun til restina av landinum.

Tað er rætt, at býráðið hækkaði skattaprosentið við einum prosenti, men inntøkurnar frá hesum eina prosentinum vórðu markaðar til ávísar íløgur, í hesum føri til Boðanesheimið.

Annfinn Brekkstein veit, at krøvini til kommununa um íløgur hava verið øgilig. Í hesum føri varð samtykt, at tá Boðanesheimið verður liðugt, tá er tað eisini goldið. Tað verður tað í komandi ári og tá kunnu vit meta um komandi tørv og skattaprosent. Annfinn veit eisini fullvæl, at tað ikki ber til at broyta skattaprosentið mitt í einum ári.

Gjaldførið

Triði pástandurin er um vánaliga gjaldførið. Fíggjarætlanin fyri 2010 bygdi á ta fortreyt, at kommunan skuldi taka eitt lán á umleið 50 mió. Hetta lánið er als ikki tikið enn og tað hevur ávirkað gjaldførið.

Orsøkin er tann, at tað hevur staðið so væl til, at kommunan higartil sjálv hevur megnað at fíggja íløgurnar. Neyðugt verður tó at taka lánið fyrst í komandi ári. Men her er sum so ikki talan um nýggja lántøku.

Hartil kemur, at inntøkurnar hjá kommuni hava verið heldur betur, enn fíggjarætlanin hevur lagt upp til.** Bindingar** Lat okkum taka ein pástand aftrat. Annfinn tosar um politiskar bindingar í ætlaðu Oyggjaleikirnar uppá 60 til 80 miljónir. Her er ikki høpi í.

Tórshavnar Býráð hevur einmælt samtykt – og tað umfatar eisini Annfinn Brekkstein – at bjóða býin fram til Oyggjaleikirnar í 2019 ella 2021. Um Annfinn Brekkstein nú er ímóti hesum átaki, so eigur hann beinanvegin at kunngerða tað fyri ítróttinum og øllum øðrum, so vit vita, um hann tekur undir við tí, hann hevur atkvøtt fyri, ella ikki.

Kommunan hevur higartil hvørki brúkt ella samtykt at brúka eina krónu í hesum sambandi. Hetta liggur langt frammi, vit vita enn einki um íløgur, kostnaðir, fíggingarmynstur og fíggingarmøguleikar, tíansheldur um kommununar part av hesum íløgum.

Býráðið hevur einmælt samtykt at skapa neyðugu karmarnar, tá tann tíðin kemur. Og teir karmar, sum verða skaptir, verða ikki ein eingangsíløga til Oyggjaleikirnar, men ein væl umhugsað og skilagóð trivnaðaríløga í framtíðina.

Búskapurin

Sum áður nevnt hevur býráðssamgongan valt at raðfesta íløgur og at tálma rakstrarútreiðslurnar. Roknað verður við sama skattaprosenti, 20,75%, og sama barnafrádrátti, 5.500 kr. Íløgur verða gjørdar fyri 139 mill. kr. Hetta er hægri enn í 2011, men allar hesar íløgurnar eru fíggjaðar yvir skattin og uttan lántøku.

Við hesum íløgum skapa vit nógv gevandi virksemi í býnum, vit skapa nógv arbeiði og nógvan trivnað, og stórur partur av íløgunum fylgir okkara íløguætlan.

So eg meti framvegis, at Havnin hevur ein góðan og sunnan búskap.

Og vónandi oyðileggur Annfinn Brekkstein sær ikki jólini av berum dapurskygni, tí eg haldi ongar orsøkir vera til tess.

Heðin Mortensen, borgarstjóri