Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danskur búskaparfrøðingur: Rentan verður framhaldandi lág fleiri ár afturat

Tað eru góð útlit fyri bústaðareigarar og onnur við variablum lánum. Hetta metir í øllum førum leiðandi búskaparfrøðingur í Nordea, Helge Pedersen.

"Við verandi konjunkturmynd í evruøkinum skulu vit heilt fram til endan av 2015, áðrenn Europiski Miðbankin (ECB) fer at herða rentupolitikkin. Vit hava fingið eina váttan frá ECB um, at rentan fer at verða hildin á verandi ella enn lægri støði í langa tíð frameftir,” sigur Helge Pedersen við epn.dk.

Rentan er i løtuni søguliga lág, og fyrr í vikuni valdi ECB at halda fast við søguliga lága rentukursin á 0,25 pct.

Hetta ávirkar beinleiðis rentugongdina í Danmark, og Helge Pedersen sær eingi tekin um, at rentukurvin fer at ganga nakað serligt uppeftir komandi tvey árini.

"Búskaparmenningin í evruøkinum er framhaldandi veik, arbeiðsloysi er høgt, og inflatiónin er nógv lægri enn málið hjá ECB. Vit liggja á 0,8 pct. Tað fer at ganga lang tíð, áðrenn tað verður talan um økta inflatiónstakt, so vit koma nærri teimum 2 pct., og tað fer eisini at ganga nakað av tíð, áðrenn arbeiðsloysið verður heilt lágt aftur," sigur leiðandi búskaparfrøðingurin í Nordea.

Kelda: www.industry.fo: brot úr grein á www.epn.dk