Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danskt elektronika og norsk atmosfera

G! Festivalurin heldur áfram við at ávdúka tónleikanøvn á ársins skrá.

Elektrotónleikarin Mendoza (DK) og atmosferisku popsmiðirnir, The Fjords styrkja uppaftur meira um skránna á G!.

Mendoza

Mendoza er eitt kent navn á elektroniska tónleikapallinum í Keypmannahavn.

Stakfløgan Love Druggie, ið kom út fyrr í ár, er dømi um hennara samstarv við tónleikaran og tónasmiðin Niels Kirk, ið hevur skrivað lagið saman við henni og framleitt tað.

Tá Brynjolfur lat Apollo pallin á ársins Roskilde Festivali var tað við Mendozu, sum gestatónleikara.

Mendoza er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn hevur ferðast á fjølbroyttu Vesterbro og í umhvørvinum rundan Ungdómshúsið á Nørrebro. Áhugin fyri at skapa list og útrykkja seg, er komin til sjóndar í hennara arbeiði sum myndakvinna, listamálari, stylist og yrkingum.

Saman við Niels Kirk hevur hon fingið enn eitt listarligt útrykk við løgunum, ið tey skriva til hennara yrkingar.

Ljóðið er hart, elektroniskt og peikar frameftir. Mendoza hevur hitað upp fyri Lucy Love og Fallulah á teirra seinastu konsertferðum, og kemur til Føroya við undanvindið í seglunum.

The Fjords

Norsku The Fjords spæla vakran atmosferiskan indie popp, við elektronika elementum. Teir fýra, ið mannað norðurnorska bólkin, hava vakt ans í heimlandinum, og smanberingar millum sangaran Petter Vågen og Jeff Buckley mugu metast sum verulig herðaklapp.

Bæði Gaffa og NRK hava givið bólkinum góð viðmæli, eftir at fyrsta EP’in kom út fyrr í ár, og bólkurin var á konsertferð í sambandi við útgávuna.

Atmosferiski tónleikurin skapar hugløg og liggur sum ein rólig grund undir forførandi røddini á Petter Vågan.

Tað var sangarin, ið stovnaði The Fjords, sum eina soloverkætlan. Men samstarvið, við útvaldu gestatónleikararnar av tónleikapallinum í Tróndheim, gjørdist somikið gott, at teir valdu at broyta tað til ein fýramansbólk. Ein av teimum trimum, var føroyski Bárður Reinert Poulsen, ið nú kemur heim við bólki sínum at spæla á G!.

Sangarin Petter Vågan hevur sterkar røtur í jassi, har hann fekk sín tónlistarligu lærutíð í undirgrundsjassinum í Noregi.

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=hVZoCk0wNjA]
The Fjords - Solidify

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=m8i50l9xhtA]
Mendoza - Love Druggie