
Mynd: Keld Navntoft
Danski verjumálaráðharrin til Føroyar á vitjan
Í gjár, mikudagin 16. juni, kemur danski verjumálaráðharrin, Trine Bramsen, til Føroyar á vitjan.
Í dag verður fundur millum landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, og danska verjumálaráðharran. Tey fara millum annað at umrøða samstarv um verju- og trygdarmál, NATO toppfundin og ein møguligan lofteftirlitsradara í Føroyum.
Umframt fundin í Tinganesi, verður eisini vitjað á Sornfelli. Landsstýrið eigur Sornfelli og har eru í løtuni 32 leigumál. Tað er Landsverk, sum umsitur Sornfelli.
Kl. 12 hava landsstýrismaðurin og verjumálaráðharrin tíðindafund í Salinum í Tinganesi.
Mynd: Keld Navntoft