Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroyar

Dan Klein --- 12.06.2017 - 07:02

Í dag kemur danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen, til Føroyar á árliga fundin við landsstýrismannin í uttanríkismálum.

Á skránni fyri fundin er sínámillum kunning um politisku støðuna, og landsstýrismaðurin og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera áleikandi uttanríkispolitisk mál, m.a. ynski hjá landsstýrinum um at broyta uttanríkispolitisku heimildarlógina, málið um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í norðurlendska samstarvinum og arktiska samstarvið.

Aftaná fundin verður tíðindafundur. Tíðindafundurin verður kl. 16.15 umborð á Brimli, ið liggur við kai í Tórshavn.

Á ferðini skal danski uttanríkisráðharrin eisini hava fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.
Danski uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur týsmorgunin.