Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danska stjórnin ímóti føroyskum áhugamálum

Nú leggur danska stjórnin á okkum fyri at vit selja russum fisk, sum eingin annar vil geva okkum prís fyri.

Hetta kemur av tí, at danska stjórnin ikki vil, at vit sleppa at stýra okkum sjálvum, soleiðis sum sambandssáttmáli okkara við Danmark áleggur tí at loyva okkum.

Danska stjórnin hevur skyldu til ikki at taka nakað stig í uttanríkispolitikki uttan semju við okkum.

Nú hevur danska stjórnin tikið ta uttanríkispolitiska stig at at mótmæla Russlandi. Hetta hendi uttan okkara vitandi og vilja. Høvdu teir spurt okkum, so høvdu vit sagt nei, og tí er danska avgerðin ólóglig og ein vanlukka.

Ein vanlukka rættir tí næstu hondina, og tað er komið fyri fyrr, at slík illstøða millum lond endar við kríggi. Tað kann tí ikki útilokast, at Danmørk av sínum mótmæli noyðist at fara í kríggj – og so eru vit við í krígnum ímóti Russlandi. Síðst hesi londini vóru í kríggi var í 1814 – og tá skarst illa hjá okkum.

Tað sum nú ræður um hjá okkum er at gera dønum greitt, at vit ikki vilja lata okkum lynda at teir ikki lata okkum fáa tað sjálvstýri sum vit hava rætt til. Tá vit hava fingið hetta kunnu vit selja teimum, sum tørv hava á tí vit framleiða, og sleppa frá kríggjum, sum vit ongan áhuga hava í.

Zakarias Wang