Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Satiran
PERLUR: Vit hava fingið hendur á gomlum journalum hjá Dannlæknanum, sum vit ætla at fáa út so hvørt, sum vit treingja til at flenna, og sostatt fáa eitt sindur av bollasatirum til heimabrúks. 

Her eru nakrar um býarmyndina í Havn, Bigga, og so ein um býarmyndina í Runavík. Dannlæknin tekur onga ábyrgd fyri, at Biggi sær út til at hava gafflað kommunistakollin hjá Tobba: 

---------

Dannlæknin 18. februar 2009

Hey, Dannlæknin.
Eg eri komin í rashaft. Hans Birgir Hansen er trímeningur mín frá mammuni úr Sørvági. Tað er ikki serliga heppið. Hvat skal eg gera. 

Vinarliga

Páll Weihe,
læknastjóri 

Svar:
Ja, Biggi er óførur. Svágur hansara er sjúkrahússtjóri. Og  landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, er nærmasta familja hjá Bigga, sum er komin nógv longst við grønari orku. Øll eru grøn av øvund. Hann er eisini gamal spælikammeratur hjá Óla Brekmann frá ungum árum. Maðurin er Kubba-teknologur, og sjálvskrivaður doktari í  phd. Tú ert sera, sera heppin. Maðurin er okkara svar uppá Darwin´ismuna og valsin.

Vinarliga

Dannlæknin

----------------

Hey, Dannlæknin.
Hvat skal eg gera. Biggi trímeningur, vil hava doktaraheiti, og hann møtir til øll almenn tiltøk, og sigur “hey, trímeningurin”. Hvat skal eg gera.

Vinarliga

Jóhan Pauli Joensen, professari

Svar:
Tú ert ikki tann fyrsti, ið spyrt.Tá tú, Erland og allir hinir jassarnir, kundu gerast doktarar, er tað ein sjálvfylgja, at Biggi eisini hevur evnini. Tit líkast nógv í so máta. Hann er tó nógv grønari enn tú og so er hann til alt alternativt. Hann er ljósár frammanfyri tykkum í gransking, og skuldi verið leskaður úr granskingargrunninum. Hann er langt frammanfyri Bobben´heimer...

Vinarliga

Dannlæknin

---------------

Hey, Dannlæknin.
Hví ger eingin nakað burturúr Mister Bigg, her avmyndaður saman við grønjakkanum Al Gore´og gall um grønar fløtur. Skilji ikki, at ongin annar uttan ein enskur Paparassari, skuldi klára at fáa myndina í kassan. Eg haldi, at hann hevur selt myndina um allan knøttin. Eg og Gore hava so nógv til felags. Ísfjøllini smelta tá hann hyggur framvið grønlandi. Vit høvdu sjálvandi nógv at tosa um. Uppá ein máta umboði eg eina grøna oyggj, Mykines. Eg eri formaður í fleyðingafelagnum, og púrasta imponeraður varð hann, tá eg segði honum, at eg, sum næstan 60 ára gamal, eri púrasta óbrúktur, og  tí altíð klárur, at reprodusera meg sjálvan inn í eina reinari verð, skuldi tann einasta eina komið framvið Revagarðinum. Eg havi patrónbelti við alternativum Viagra-bolsjum, sum suðringurin í Kringvarpinum vildi sagt tað.

Hans Birgir Hansen

Svar: Hey, Mr. Bigg. Eg visti, at okkurt kent var við hasi myndini. Tit báðir osa av grønari sápu. Handan syftir tú, sum ein lort á fleygi á stongini. Tað er rættiligt flog yvir tær. Pínadøtur sum tú ert fínur. Tú manglar bara veingir. Teg kemur eingin uttanum.

Vinarliga

Dannlæknin

---------------

Hey, Dannlæknin.
Hallóv hann sjálvur. Tað er ikki nógv, sum kann fáa meg av pinninum, men tá eg møtti Pill Clinton á Føroyavitjanini, gjørdist eg skakkur. Eg hevði betalt 5 túsund krónur, men pínadoy var tað ikki fyri at Bill skuldi fáa sær eitt nummar. Hygg hvussu hann kroystir og eltir meg. Seinast eg havi sæð eitt so verbalt álop, var tá ein gøtukona skuldi gera rullupylsu. Hvat sigur tann klóki um hattar har?

Vinarliga

Tórbjørn Jacobsen,  løgtingsmaður

Svar:
Spell, at Bill ikki fekk fatur í Sjúrða Skaale. Hann hevur bæði innara svínhundin og innara homo bollens, sum vilja út at luftast í heilum. Maðurin er desperatur eftir at sleppa feministinum leysum, og eg banni uppá, at Clinton hevði fingið sín yvirmann, ið vildi arbeitt hart fyri einum breiðum amerikanskum reyvrennara. Tá hann ikki kann fáa tað svart, so má tað bara vera hvítvask. Bil má hava tikið feil av ballinum í munnklovanum, og hevur hildið, at tú eisini var til sigarir. Annarsleiðis vildi tað verið, um Bill fekk klørnar í Magna Arge. Gud viti hvat teir báðir ikki kundu bedrigið. Eg sendi svart tubakk, og okkurt í móti amerikanskari hundalús.

Vinarliga
Dannlæknin

--------------