Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danmarks Radio setur fokus á fráflytingina úr Føroyum

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG: Seinnapartin í dag fara útvarpið og sjónvarpið hjá Danmarks Radio at viðgera spurningin um fráflytingina úr Føroyum.

- Hetta eydnaðist væl.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, eftir ein temafund í Fólkatinginum í gjár, har ið fokus varð sett á Føroya størstu avbjóðing: fólkafráflytingina.

- Endamálið við temafundinum var at kunna politikarar og almenning um fráflytingina og avleiðingarnar av henni. Fokus er eisini á at vita, um vit í Rìkisfelagsskapinum kunnu gera eitthvørt í felag fyri at venda gongdini, sigur fólkatingsmaðurin.

Fjølmiðlarnir - netmiðlar, bløð, útvarps og sjónvarp - hava sera stóran áhuga fyri evninum, og seinasta samdøgrið hava lesarar, lurtarar og hyggjarar kring alt Danmark fingið innlit í støðuna í Føroyum.

Eisini í Noreg og Íslandi hava miðlar borið tíðindi um avbjóðingina við fráflyting.

Bæði á Christiansborg og í fjølmiðlunum hava rithøvundarnir av bókini "Exit Føroyar", Heri á Rógvi og Høgni Reistrup, greitt frá teimum fakligu og samfelagsligu aspektunum og sagt sína hugsan um avbjóðingarnar.

Fólkatingsmaður Sambandsfloksins hevur somuleiðis havt høvi at sett orð á politisku avbjóðingarnar.

- Hetta snýr seg um at intensivera samstarvið t.d. á útbúgvingarøkinum og at taka burtur allar hugsandi forðingar fyri, at liðugt útbúnir føroyingar kunnu venda aftur til Føroya, sigur Edmund Joensen.

Seinnapartin í dag fer Danmarks Radio at lýsa fráflytingina úr Føroyum nærri.

Í útvarpssendingini "Orientering" á P1 verða tvey innsløg millum kl. 15.00 og 17.00, føroyska tíð.

"Orientering" er at hoyra beinleiðis á hesi slóð:

http://www.dr.dk/radio/player/?P1D

Í sjónvarpsendingini "Dagen" hjá DR2 verður fokus eisini sett á evnið í dag uml. kl. 15.15. Tá verður eitt nú Høgni Reistrup beinleiðis í sjónvarpsstovuni.

"Dagen" er at síggja beinleiðis á hesi slóð:

http://www.dr.dk/TV/live/dr2