Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danmarks Nationalbank og Landsbanki Føroya hava undirritað samstarvsavtalu

Sammett við onnur framkomin lond hava Føroyar í tíðarskeiðinum eftir seinna heimsbardaga verið í serstøðu við lutfalsliga nógvum og ógvusligum búskaparkreppum, sum í stóran mun hava havt sín uppruna innan fíggjarkervið.

Neyv hagtøl er týðandi fortreyt fyri tiltøkum hjá myndugleikum, ið hava til endamáls rættstundis at fyribyrgja kreppum, sum stava frá skiftandi virksemi innan fíggjarvinnuna.

Tørvurin hjá Landsbanka Føroya og Danmarks Nationalbank á hagtølum, ið lýsa virksemið hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, er millum annað øktur í sambandi við, at peningastovnar seinnu árini hava stovnssett seg í útlondum.

Føroyar eru í mun til Danmark og onnur lond í ES eftirbátur, hvat hagtølum viðvíkur. Hetta hava landsbankin og nationalbankin ásannað. Stovnarnir hava tí gjørt av at geva framleiðslu av fíggjarhagtølum høga raðfesting.

Arbeitt hevur seinastu tíðina verið við eini víðkaðari samstarvsavtalu, og eru stovnarnir samdir um, hvussu samstarvið framyvir skal skipast. Avtalan er nú undirritað og tøk á heimasíðu landsbankans.

Grundleggjandi fyri samstarvið er, at báðir stovnarnir hava sjálvstøðuga lógarfesta hagtalsheimild. Heimildin hjá landsbankanum í §14 í landsbankalógini hevur verið mett nøktandi. Nationalbankin fekk fyri kortum eftir viðgerð av tingsmáli nr 164/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg um Tjóðbanka Danmarkar eisini hagtalsheimild í føroyskum løgdømi mótvegis peningastovnunum og øðrum viðkomandi búskapareindum.

Roknað verður við, at sonevnda MFI3-hagtalsskipanin, sum verður ment komandi tíðina, kann gerast gagnligt amboð hjá myndugleikum, peningastovnum og øðrum, sum ynskja at gera metingar av møguleikum og vandamálum, sum hava við fíggjargeiran og búskapin sum heild at gera.

Í fyrsta umfari eru tað føroysku peningastovnarnir, sum vera við í MFI3-skipanini. Ætlanin er tó, at eisini aðrir viðkomandi fíggjarstovnar skulu gerast partar av skipanini, sum frá líður.

Hagstova Føroya er yvirskipaði hagtalsmyndugleiki landsins. Í eldri avtalu millum hagstovuna og landsbankan er arbeiðsbýti millum stovnarnar ásett, sum áleggur landsbankanum at standa fyri framleiðslu av hagtølum, sum hevur við fíggjargeiran at gera. Tilsvarandi arbeiðsbýti er vanligt í ES-londum, og er eisini galdandi í Danmark millum nationalbankan og Danmarks Statistik.