Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danmark fær risastóra sjómyllulund í Kattegat

Startskotið til størstu sjómyllulundina í Danmark varð latið av í dag. Uppsetingin av Anholt Havmøllepark varð alment sett í gongd í dag.

Vindmyllurnar fara við árslok 2013 at mynda størstu sjómyllulundina í Danmark.

- Hetta er ein søgulig verkætlan, sum boðar frá, at vit leggja grundarlagið undir eina nýggja grøna umlegging í Danmark, sigur Martin Lidegaard, orkumálaráðharri, sambært Ritzau.

Sjómyllulundin verður sett upp millum Anholt og Djursland í Kattegat. Og tá allar myllurnar eru komnar upp at standa, fara tær at nøkta elnýtsluna hjá meiri enn 400.000 donskum húskjum - CO2-frítt. Hetta svarar til fýra prosent av samlaðu elnýtsluni í Danmark.

Gera stóran mun

Sostatt gera sjómyllurnar stóran mun í veðurlagsmálunum hjá stjórnini, har miðað millum annað verður eftir, at helvtin av elnýtsluni hjá dønum skal nøktast við vindorku í 2020. Í 2035 er ætlanin, at dagarnir hjá fossilu brennievnunum skulu vera taldir.

- Sjómyllulundin vísir, at Danmark ætlar sær at vera nummar eitt á hesum økinum. Kappingin við onnur lond er hørð, men stjórnin stendur við mál síni, sigur orkumálaráðharrin.

Anholt Havmøllepark fer at umfata 111 myllur við einum mátti upp á tilsamans 400 MW. Myllurnar verða 141,6 metrar høgar og viga 460 tons hvør.

Sjómyllulundin skal eftir ætlan verða liðug á heysti 2013.

Kelda: www.sev.fo