Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danmark er á veg í kríggj. Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri okkum?

Danmark er på vej i krig – og på ny en mudret en af slagsen

For det brede politiske flertal, der står bag den nye krigsdeltagelse, er der ikke noget andet alternativ end at gå hårdt op mod terrororganisationen IS. 

Hetta kunnu vit lesa í Berlingaranum og á Google í dag. Og sjálvt um eg allar dagar havi verið pasifistur, so skilji eg væl, at IS-devlarnir eiga at verða steðgaðir, jú fyrr jú betri, kosta hvat tað kosta vil.

Men mín spurningur, sum mong her á landi munnu stilla sær, er um avleiðingar fyri okkara fólk og land. Eru vit automatiskt við í krígnum, av tí at vit eru danskir statsborgarar, og tí okkara land er partur av danska ríkinum? 

Eg spyrja m.a. tí, at tá EF og harvið Danmark blokeraðu Russland í samband við Ukraina-kríggið, hevði Sjúrður Skaale at táverandi løgmanni, tí hesin samráddust við russar um søla av m.a laksi og fekk eina sera góða avtalu. Sjúrður Skaale var við at fara úr sínum góða skinni og vísti á, at Kaj Leo sum Førya løgmaður hevði svikið danir í teirra blokadustríði saman við EF.

Vónandi kann onkur serkønur greiða okkum frá, hvar vit fara at flóta í komandi tíðum, nú danir eru á veg í kríggj, soleiðis at vit vita, hvat vit eiga at gera, og hvat vit ikki eiga at gera.

Dagfinnur Danbjørg