Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dánjal spælir útgávukonsert

Tá Dánjal á Neystabø og hansara væl spælandi bólkur fer á pall á G!

Festivalinum er tað samstundis útgávukonsert fyri fløguna “Time”.

Tí hóast fløgan ikki kemur út fyrr enn í heyst í útlandinum, so kemur hon út á G! í Føroyum. Í hesum sambandi hava tey eisini gjørt eitt kykmyndalag til sangin Raindrops, ið var fyrsta staklagið av fløguni, og sum bleiv spælt nógv í føroyskum miðlum, tá tað kom út.

Fløgan er sambært Dánjali sjálvum, djúphugsaður poppur, og tað er ein sera beinrakin lýsing av tónleikinum og tekstunum hjá Dánjal.

Dánjal er heimkomin eftir fleiri ár í útlegd, har hann hevur spælt nógv kring Evropa við hesum bólkinum. Hetta er ein samanrenning av donskum, svenskum og finskum tónleikarum, ið spæla tónleikin, ið Dánjal og mandolinleikarin Kim Nyberg hava skrivað saman.

Til G! Festivalin tekur Dánjal tónleikararnar til Føroya at spæla, og verður hetta eitt serstakt høvi, at hoyra ein bólk í serflokki.

Dánjal spældi eina sera væleydnaða konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyrr í ár, í sambandi við útgávuna av helvtini av komandi fløguni, sum hálvfløga undir heitinum Once. Hetta vísti ein flokk av framúr góðum tónleikarum, sum spældu sum eind eind, stýrd av kapelmeistaranum Dánjal.

Tað er ikki uttan orsøk, at bólkurin vann heiðurin sum “Best Live Act” til DMA í 2012.

Síðan konsertina í Fuglafirði hevur bólkurin spælt konsertir í Týsklandi umframt á SPOT í Århus.

Í kvøld á miðnátt fer prísurin á G! atgongumerkjum upp. Tí eru vit uttanfyri Expert í SMS í dag frá kl. 10. Brúka hendan seinasta möguleika at spara pengar, áðrenn prísurin fer upp. Atgongumerki fáast eisini á heimasíðuni gfestival.fo, á störru Magnstöðunum, umframt í Tutl og Vodafone í Havn.

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=6cnabOEXfuY]