Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dánjal Petur kann vera farin av landinum

Úti á Facebook hava fólk, sum standa ”Pidda” nær, sagt frá, at hann hevur ferðast við bussinum til Tórshavn, annaðhvørt fríggjadagin ella leygardagin, 4. – 5. november 2011.

Spurt verður, um tað er nakar, ið hevur verið við bussinum á veg til Havnar hesar dagarnar.

Aðrar keldur siga, at fartelefonin hjá Dánjal Petur Højgaard (Pidda) fór í svart leygardagin, men varð tendrað aftur mánadagin í Danmark.

Upplýst verður, at Føroya Tele hevur verið inn yvir og gjørt hesar kanningar, men heldur hetta, so er tað kortini undrunarvert, at løgreglan kortini stendur fyri leiting av manninum, sum um hann er í Føroyum.

Men ongin myndugleiki hevur kortini váttað hesi tíðindi.

Eisini er tað komið fram, at ”Piddi” fyrr hevur verið horvin. Ta ferðina bleiv hann funnin í einari lítlari gøtu í London.

Vit vita, at løgreglan hevur kannað ferðafólkalistarnar fyri at tryggja sær, at hann er ikki farin av landinum. Men "Piddi" kann vera farin av landinum í øðrum navni. Hetta er hinvegin ikki kannað.

Dánjal Petur Hansen, kann vera farin av landinum.