Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danir ynskja 3300 fólkatingslimir valdar á ting?

Og at ráðharraráðið skal telja um 650 ráðharrar.

Orsøkin til ynskini eru, at danskir politikarar skulu vera á sama politikarastøði, sum føroyingar eru. Danir eru í tali 100 ferðir so nógvir sum vit og vilja tí hava 100 ferðir so nógvar politikarar at stjórna landinum, sum vit hava.

Alternativið sigst vera, at vit tillaga okkum umvent og býta teirra poliktikaratøl við 100. So fáa vit valdar 2 løgtingsmenn/-kvinnur og 1 landsstýrismann/-kvinnu.

Kanska áttu vit at dispensera og fingið valt 7 í løgtingið og 2 í landstýrið.

Hetta eru bert hugskot til Kaj Leo, sum arbeiðir við málinum.

Um tað – við nýggju manningini - fer at knípa við arbeiðsorkuni, so vilja danir fegnir yvirtaka nøkur mál og administrera tey fyri okkum.

Dagfinnur Danbjørg.