Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danska stjórnin umhugsar at gera el bíligari um náttina til tess at eftirlíka krøvunum hjá andstøðuni í orkusamráðingunum.

Danir umhugsa tíma-elmálarar

Andstøðan á Fólkatingi hevur undir samráðingunum við stjórnina um eina nýggja orkusemju kravt, at stjórnin ger orkuútspæl sítt bíligari fyri brúkararnar, og stjórnin umhugsar nú at gera elektrisitet bíligari í náttartímunum, tá fáir brúkarar eru í mun til útboðið.

Hetta skal gerast við hjálp av tímamálarum, ið hava eftirlit við bæði tíð og elnýtslu, tá kundin tendrar kontaktina.

Martin Lidegaard, veðurlags- og orkumálaráðharri, umhugsar í hesum sambandi at brúka tilmæli úr eini frágreiðing hjá danska kappingar- og brúkararáðnum undir heitinum ”Detailmarkedet for elektricitet”.

- Timælini kundu saktans verið ein møguleiki. Vit ætla ið hvussu er at venda hvørjum steini - eisini honum, sum kappingarráðið hevur mælt til. Eg skilji, at andstøðan er sinnað at koma aftur til samráðingarborðið, um vit kunnu finna fleiri sparingar, og tað fara vit sjálvandi at kanna eftir, um vit kunnu. Tí eg vil fegin hava eina breiða semju, sigur Martin Lidegaard við Berlingske.

Ætlar ikki at slaka

Ráðharrinm leggur samstundis dent á, at hann ætlar ikki at slaka í ambitiónunum í stjórnarútspælinum. Stjórnin hevur longu skorið eina miljard í útreiðslum av upprunaliga uppskoti sínum á økinum, men andstøðan krevur fleiri sparingar fyri at vera við í eini semju.** Núverandi uppskotið hjá stjórnini inniheldur 4,6 mia. kr. í orkuavgjøldum, eitt tal, sum Vinstri vil hava niður á 3 mia., áðrenn tey vilja taka lut í samráðingunum. Tilmælið hjá kappingarráðnum fer sambært ráðharranum at hava við sær 440 mió. krónur í sparingum aftrat.

Í dag hevur umleið helmingurin av dønum sokallaðar tímamálarar, ið eru neyðugir, um elprísurin skal kunna sveiggja yvir allar tímarnar í samdøgrinum. Men sambært almenna netfelagnum Energinet.dk skal meira enn ein tímamálari til fyri at fáa eina veruliga stóra sparing.

- Til hetta krevst, at smart grid-elektronikkur verður settur upp í heimi tínum, so tú t.d. umvegis tín android ella smartphone kanst tendra og sløkkja fyri elnýtsluni. Hesum verða royndir gjørdar við ymsastaðnis. Men enn er nakað eftir á mál, sigur Kim Behnke, deildarstjóri fyri gransking og umhvørvi hjá Energinet.dk við Berlingske.

Kelda: www.sev.fo