Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danir rændu børn úr Spania til Føroyar

Tá ið úttanríkismálaráðið hjá Villi Søvndal, vaknaði, fekk mamman umbering.

Hetta hendi í februar 2010. Mamman, Ann Maria Berg, úr Havn, sum nú er búsitandi í Danmark, hevði tikið børnini við til Spania fyri at geva teimum eitt friðarligt umhvørvi, og samstundis eitt upplivilsi, sum tey høvdu glett seg til. Lítið høvdu tey varnast, at tey blivu rænd uttan um spanskar myndugleikar, og uttan, at mamman visti av nøkrum, og at hetta var brot á Haagerkonventiónina.

Eftir umbøn úr Føroyum, sum bygdu á falskar upplýsingar, sambært mammuni, megnaði advokatur at píska eina slíka støðu upp, at føroyska uttanríkisráðið og danska uttanríkisráðið, hoppaðu uppá límpinnin, og fingu donsku sendistovuna í Madrid í Spania, at spæla við í lógarbroti.

Meðan donsku sendistovufólkini kunngjørdu ein úrðskurð fyri mammuni í køkinum, sníkti pápin seg inn í íbúðina og rændi børnini úr húsunum. Nú biður danska uttanríkisráðið um umbering.

Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.

Nú riggar at keypa blaðið á netinum

Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Hava tygum goldið kvartalsgjald, men ikki hevur fingið blaðið sendandi, er orsøkin helst tann, at tygum hava ikki sent okkum telduadressuna. Hava tygum goldið kr. 150,00, so send adressuna her:

oyggjat@olivant.fo

Á hesari adressuni ber eisini til at tekna blaðhald, og fáa blaðið sendandi beinleiðis til tygara teldu, sum ikki hevur nakað við PayPal at gera á verandi støði.

 

Add to Cart