Danir eiga at brúka streym um náttina
Hetta kann vera við til at tryggja samfelagnum ein vinning upp á 440 miljónir krónur um árið, er niðurstøðan hjá danska Kappingar- og Brúkarastýrinum í eini greining av elmarknaðinum.
Hóast liberaliseringina fyri 10 árum síðani er (sum nevnt í aðrari grein her á síðuni-ritstj.) framvegis ov lítil kapping á marknaðinum, serliga í mun til privatu brúkararnar.
Mála el tíma fyri tíma
Kappingar- og Brúkarastýrið mælir tí til at gera ymiskar lógarbroytingar. Eitt uppskot er, at brúkararnir í framtíðini rinda fyri streymnýtslu sína eftir einum prísi, ið broytist tíma fyri tíma í takt við, hvussu stórur eftirspurningurin eftir el er.
Hetta fer at bera í sær, at tað verður dýrast at brúka streym um kvøldið, tí danir brúka mest el hesa tíðina. Vilt tú hava bíligt el, skalt tú tí tendra kontaktina um náttina, tá eftirspurningurin er lítil.
Ongin áeggjan
Fyri at brúkararnir kunnu síggja, nær streymurin er bíligur, eiga málarar at verða settir upp, ið gera nýtsluna upp tíma fyri tíma. Hetta kann geva brúkarunum eina góða orsøk til at brúka streym, tá hann er bíligast.
- Tað er bæði ein búskaparligur og umhvørvisligur vinningur í at eggja til smidligari elnýtslu og at økja kappingina, sigur Agnete Gersing, stjóri í stýrinum.
Longu nú kann ein triðingur av elnýtsluni hjá húsarhaldunum flytast til náttartímarnar uttan trupulleikar. Men ongin áeggjan er hjá brúkarunum at gera hetta.
Vinningurin av smidligu nýtsluni fer at koma av sparingunum hjá brúkarunum og øktari sølu hjá fyritøkunum, tá tær framleiða nýggjar vørur og tænastur.
Dansk Energi tekur undir
Áhugafelagið hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, tekur undir við hugskotinum hjá Kappingar- og Brúkarastýrinum.
- Tað gevur góða meining, at kundarnir tildømis kunnu fáa vinning av at kunna verða avroknaðir á tímagrundarlagi. So tað kann loysa seg at brúka streym, tá tað tildømis er nógv vindorka og gott pláss á elnetinum, sigur Lars Aagaard, stjóri í Dansk Energi.
Dansk Energi er tó eitt sindur meiri konseravtivt í metingum sínum av vinninginum frá umleggingini.
- Frágreiðingin tekur ikki hædd fyri øllum íløgunum, netfeløgini skulu gera. Og tey eru eisini í so bjartskygd í metingini av, hvussu skjótt reformarnir kunnu fremjast.
- Men ongin ivi er um, at tað loysir seg fyri Danmark at beina fyri forðandi lóggávu og skapa øktan dynamikk á marknaðinum, sigur Lars Aagaard.
Kelda: www.sev.fo