Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Daniella Olsen 100 ár

Daniella Olsen, er ein úrmælingur millum kvinnur. Ja millum fólk í heila tikið. Tað er ikki ov mikið sagt at Daniella er eitt skilafólk av teimum fáu. Eitt sum sermerkir hana, er tað vitvakra bráið, sum eftir stuttari løtu, kann skifta frá tí hvassasta hvassa, til tað mildasta milda. Og øvugt. So mikið hvast at falslæti, fær ikki náði yvirhøvur, og popput uttanumtos vinnur ikki frama í Daniellusa heimi.

Daniella Olsen er ein sjáldsama upplýst kvinna, og andsevnini teljist millum tey heilt frægu. Áhugin fyri bókmentum og fyri øðrum mentanum, hevur verið ein trúgvur fylgisveinur alt hennara lív. Hóast nú komin somikið væl til árs, at øldin stendur og bíðar í morgin, so fylgir Daniella ógvuliga væl við í øllum sum fyriferst í hesi verð.

Kom mær til hugs tær mongu samrøðurnar vit hava havt umborð á Trónda og Teistanum um…fótbólt!! Eisini á hesum vígvøllinum, er hon fim og smæðist ikki við at hava meiningar um støðuna hjá B.71, ella føroyska landsliðnum. 90 ára dagin helt hon á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, tá Føroyar spældu á útivølli móti Íslandi.

At Daniella er humoristisk er so satt, so satt, og lætt hevur hon til láturs. Einaferð hon hópaðist við mær og Tobba norðuri í miðbýnum í Havn, sigur hon tá vit skiltust aftur: Tú Tobbi! Hevði tú nú havt koyrikort, so kundi tú koyrt meg til húsa! Væl vitandi at Tobbi stutt frammanundan, hevði mist koyrikortið!

Sum hjá so mongum úrmælingi, lá tað ikki í jørildinum, at Daniella kom til skorin klæðir. Fødd uttanfyri hjúnarlag fyri 100 árum síðani, tann 7. juni 1913, vóru fortreytirnar ikki av teimum bestu, men seiggið hevur verið somikið meira, og uppvøksturin hjá næstringum hevur lagt í beinið, tað sum skuldi til, fyri at náa hennara málum. Afturvið eini rúgvu av áhaldni og treiskni, sum uttan iva hava verið neyðug hjá ungu kvinnuni at berja seg fram í eini verð, har einki var givið.

At Daniella gjørdist ein av okkara fyrstu kvinnuligu akademikarum, týskt og enskt hennara yndismál afturat móðurmálinum, lýsir væl hvussu langt vit og vilji røkka. Daniella hevur arbeitt sum lærarinna størsta partin av sínum lívi. Uttan iva baldrut til tíðir, tí valla vóru allir næmingar á tí støði, sum Daniella vildi at teir vóru. Eisini eg sjálvur havi havt Daniellu sum lærarinnu eitt styttri skeið í Sands Skúla. Fyri mær var hon ein fyrimyndarliga góður lærari, sum eg bara havi alt gott at bera.

Daniella í Horni, sum nógv kenna hana, gjørdist landskend, tá hon valdi at geva heimbygdini, Sandi, eitt bókasavn. Tað var ein dagin tað pikkaði á dyrnar hjá undirritaða, sum tá var borgarstjóri á Sandi. Inn steig henda lítilætna, men avgjørda kvinnan og segði at hon vildi bera mær eini boð. Hevði hoyrt at vit barslaðust við at gera bókasavn í kjallaranum á kommunuskrivstovuni.

Segði jú at so var. Hon helt tó at ein somikið menta og gomul bygd, átti at seta sær hægri mál, og vildi tí geva Sands Kommunu pengar fyri eitt nýtt og tíðarhóskandi bókasavn. Harafturat ynskti hon at geva savninum hennara egna savn av bókum, men kortini ikki fyrr enn hon var farin foldum frá. Tí hon kundi ikki liva uttan bøkurnar.

Hesi stórfingnu tíðindi, kom ikki so drúgva tíð eftir at Sofus Olsen, hevði latið bygdini Listasavnið. Saman við Palla Gregoriussen fóru vit undir at fyrireika og byggja bókasavnið, sum í dag stendur sum ein virðiligur mentanarvarði í bygdini. Av sonnum gávur sum av himni, í eini bygd har skuldin hevði nívt kommunala virkisføri í longri tíð.

Og sjálvandi var tað Daniella, sum loysti fyrsta flagið fyri nýggja og stásiliga bókasavninum. Men eisini hendan dagin, hevði hon tað viðmerkingina at ”bókasavnið var alt ov ljóst til bøkurnar”.

Daniella og mamma mín kendust væl. Av og á var hon á gátt. Minnist sum smádrongur serliga tey glógvandi eyguni og tað virðiliga bráið. Tey síggi eg enn, hóast árini í morgin verða hundrað.

Góða Daniella!

Sandsbygd hevur nógv at takka tær fyri, og persónliga eri eg takksamur fyri tað samstarv vit hava havt hesi farnu árini.

Eg legði í mars mánaða uppskot fyri kommunustýrið á Sandi, um at skipa fyri eini mentanarviku, í samband við føðingardag tín. Vónandi spyrst okkurt viðkomandi burturúr. Tí er tað nakar okkara, sum hevur uppiborið at bygdin spílar seg út á so stórum degi, so er tað tú Daniella. Ikki tí, kenni eg teg rætt, so ynskir tú einki hóvasták burturúr tær. Hvørki tá tú gerst 100, ella aðrar dagar.

Vil við hesum fáu orðum ynskja tær blíðan byr á degnum, og á leiðini framá.

Páll á Reynatúgvu