Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dálking frá sleipistøðum kannað

Útlát frá sleipistøðum førir til dálking av umhvørvinum. Ymiskt er, hvat smáar sleipistøðir í Føroyum, Norðurnoregi og Álandi gera fyri at verja umhvørvið. Tað er niðurstøðan í norðurlendskari frágreiðing um sleipistøðir í Føroyum, Álandi og Norðurnoregi.

Ein kanning er gjørd av hvørjar mannagongdir og skipanir smáar sleipistøðir í Føroyum, Norðurnoregi og Álandi hava fyri at verja umhvørvið. Eisini er vitanin um umhvørvisárin og hugburður til umhvørvisrættan rakstur kannaður.

Niðurstøðan er, at tað er sera ymiskt frá einari sleipistøð til aðra. Bara ein av kannaðu sleipistøðunum hevði góðar mannagongdir til handfaring av burturkasti. Hinar høvdu ongar skipanir, ella skipanir, sum bara partvíst virkaðu. Eingin týðandi munur var á mannagongdum, hugburði, vitan um umhvørvið o.a. í Føroyum, Norðurnoregi og Álandi.

Eingin av eigarunum ella starvsfólkunum á kannaðu sleipistøðunum hevði kunnleika til skaðilig árin, sum útlát av dálkandi evnum frá virkjunum kann hava. Og bert fá høvdu kunnleika til galdandi lóggávu og reglur um útlát av dálkandi evnum. Flest øll av teimum spurdu ynsktu ein umhvørvisrættan rakstur, men kunnleikin til, hvussu tað verður gjørt, var sera avmarkaður. Ábyrgdin fyri vantandi kunnleika varð í stóran mun løgd á myndugleikarnar.

Niðurstøðan av kanningini er, at bæði myndugleikar og eigarar av sleipistøðum kunnu fremja tiltøk fyri at minka um umhvørvisárin frá sleipistøðum:

• Myndugleikarnir eiga m.a. at kunna um lógir og reglur, og um tiltøk, sum kunnu minka um útlát o.a.

• Fyritøkurnar eiga sjálvar at syrgja fyri at fylgja lóggávu og reglum, og at menna skipanir og mannagongdir til umhvørvisrættan rakstur.

Verkætlanin, er fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum, og gjørd av Akvaplan-niva AS. Kannaðu sleipistøðirnar eru valdar út í samstarvi við umhvørvismyndugleikan í Noregi, Føroyum og Álandi. Kanningin fevnir um fýra smáar sleipistøðir í Troms í Noregi, tríggjar í Føroyum og tríggjar í Álandi.