Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagurin eitur nú 15. september 2011

Eftir at hava hoyrt upp á 1946 í ein heilan dag, har definitiónin upp á eina elligamla fólkaatkvøðu, sum fá núlivandi minnast og bert nøkur fá vilja halda lív í, fóru føroyingar á vali 15. september 2011.

Borgarliga skyldan skuldi røkjast, og flestu væntaðu, at polarnir í føroyskum politikki, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fóru at taka hvør sín fólkatingssess. Hetta valið hevði størri týdning enn so, tí eftir at nógv rumbul hevur verið um førda politikkin her heima, so skuldi hetta nýtast sum eitt barometur fyri, hvussu eitt skjótt komandi løgtingsval mundi spæla av.

Enn einaferð hevði Javnaðarflokkurin hálað ein “jokara” úr sínum kortspæli, og hesaferð eitur hann Sjúrður Skaale. Hesin var undan valinum spáddur sum tann, ið kundi oyðileggja valið fyri Tjóðveldi, men fá væntaðu, at hesin fór at gera bart og koma inn.

Umleið klokkan 22.00 koma so boðini um, at føroyingar høvdu valt, og valið var fallið suverent á sambandsmannin, sum varð afturvaldur og javnaðarumboðið, sum í harðari kapping vann á Tjóðveldi og Fólkaflokkinum.

Tað er misjavnt, hvussu áhugaverd fólktingsval tykjast at vera mett millum fólk, og vísti tað seg, at valluttøkan var sera lítil. Men ikki tess minni hendir tað søguliga, at Føroya fólk valdu ríkisfelagsskapin. Einastu tveir flokkarnir, sum siga seg arbeiða saman við Danmark í einum ríkisfelagsskapi fingu hvør sítt umboð á Fólkatingi, og ikki minst vísti tað seg, at meira enn helmingurin av fólkinum valdu at stilla seg aftan fyri hesar báðar flokkar, sum eitt greitt tekin um, at føroyingar eru glaðir fyri tryggleikan, sum ríkisfelagsskapurin gevur teimum.

Hetta vísir eisini, at henda støðuga svadan um, hvat hendi í 1946, ikki so frægt sum situr í minninum á borgarunum í eitt samdøgur, tað hava teir víst í verki við hesum valinum.

Hetta vísir eisini, at vit í Føroyum vilja framhaldandi arbeiða fyri einum sterkum ríkisfelagsskapi. Hetta er ein felagsskapur, sum styrkir altjóða virði, skapar tryggleika í samfelagnum, og hetta er tað, sum skapar borgaranum betri livistøði og livikor. Tí við einum tryggum ríkisfelagsskapi skapa vit menning av vinnuni, sum førir við sær búskaparvøkstur, sum síðani gevur okkum ein fólkavøkstur.

Út frá hesum má eg staðfesta, at frá at hava tosað um 14. September 1946, so hava føroyingar í dag valt dagin 15. september 2011 sum dagin, har vit tóku støðu, har eingin kann sáa iva um úrslitið  tey komandi 65 árini.

Arne Winthereig