Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagur og Vika og 3-2 aftur mánadag

Kunningarskriv:

Mánadagin er Dagur og Vika og ítróttarsendingin 3-2 aftur á skránni. Útvarpið verður “live” allan fyrrapartin.

-Tað er við gleði, at vit nú aftur kunnu veita hyggjarum og lurtarum eitt betri og meiri fjølbroytt tilboð, sigur stjórin í Kringvarpinum, Dia Midjord.

-Eftir eina strævna tíð við djúptøknum tillagingum og sparingum, hyggja vit nú frameftir. Vit hava skipað skránna i útvarpinum eitt sindur øðrvísi og leggja m.a. størri dent á leygardagin, tá nógvir lurtarar hava frí, staðfestir kringvarpsstjórin.

Tíðindasendingin í sjónvarpinum, Dagur og Vika, verður nú aftur mánakvøld. Somuleiðis ítróttarsendingin, 3-2. Eftir Dag og Viku týskvøld verður kjak um eitt aktuelt mál. Kjakið verður 10 minuttir longri enn higartil. Miðað verður eisini eftir at hava eina føroyska sending eftir Dag og Viku hóskvøld

Vangamyndin og eitt mentanarinnslag eru eftir Dag og Viku fríggjakvøld, soleiðis at sendingin fríggjakvøld varar einar 40 minuttir.

Gekkurin verður fluttur fram, og hyggjarar fáa høvi at royna eydnuna beint eftir Dag og Viku fríggjakvøld.

Also leygarmorgun og “live” fyrrapartin

Leygardag leggur útvarpið fyri við nýggjari sending, Also, sum tekur smá og stór evni upp til beinleiðis kjak . Tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð koma í.

Talan er um kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað. Hetta er ein sending, har lurtarar kunnu senda spurningar til. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur.

Ein onnur nýggj sending er Í Bygdarlagnum, sum Elis Poulsen leggur til rættis mánadag.** Beinleiðis leygardagssendingin, Surk, flytur til beint eftir tíðindini og varar fram til klokkan trý. Vertirnir í Surki taka upp smá og stór evni í vikuskiftunum.

Eftir morgunsendingina, Góðan Morgun Føroyar, vanligar dagar heldur útvarpið fram við Brunsj - nú í tveir tímar. Tveir vertir velja tónleik og hava dagligan gest. Eftir tíðindini halda vit fram við verti og sendingini Døgurðabeatin.

Tónleikasendingin Rót og Rútma verður at hoyra eftir leygardag fyrrapart, eins og Cantabile við norðurlendskum og føroyskum tónleiki verður at hoyra sunnudag. Sendingin við klassiskum tónleiki, Bolero, verður eisini á skránni fyrrapartin sunnudag.

Flyta alt í Sortudíki

Meginparturin av virkseminum hjá Kringvarpinum er nú í Sortudíki, men tey 23 starvsfólkini, sum arbeiða í Vørðsluni, skulu flyta niðan í kringvarpshúsið í vár. Tilsamans eru nú umleið 70 ársverk í Kringvarpinum.

Fyri at hýsa øllum funksjónum og starvsfólkum verða smávegis broytingar og umbyggingar gjørdar. Talan er lutvíst um fyribilsloysnir, tí ætlanin er at byggja kringvarpshúsini í Sortudíki út. Arbeiðið at byggja út byrjar væntandi í ár.

Størsta takið verður at flyta tøkniligu útgerðina úr húsunum í Vørðsluni og leggja alt inn av nýggjum í Sortudíki, har eitt studio verður bygt um til at kunna senda sjónvarp, eins og sendi- og redigeriingsrúm skulu gerast.

Flytingin í vár fer at órógva arbeiðið hjá starvsfólkunum nakað, men leiðslan í Kringvarpinum miðar eftir, at flytingin ávirkar tilboðið til lurtar og hyggjarar sum minst.

Í teimum tillagingum, sum Kringvarpið hevur gjørt, er bygnaðurin eisini broyttur. Programdeildin og Dokumentardeildin eru lagdar saman í deildina Mentan. Tíðindi, aktuellar sendingar og Morgunsendingin eru savnað í deildini Aktuelt. Alt tað tøkniliga og Miðladeildin er savnað í deildini Tøkni. Og umsitingin er løgd í Fyrisitingardeildina.

–Broytingin er gjørt fyri at fáa bygnaðin meiri smidligan, eins og nýggi bygnaðurin leggur upp til meiri samstarv millum starvsfólk og deildir, sigur Dia Midjord, stjóri.