Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagur fyri makar hjá Krabbameinssjúkum

18. januar kl. 14- 17. Dagur fyri makar hjá krabbameinssjúkum Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.

Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí at skipa fyri einum seinnaparti fyri makar hjá krabbameinssjúkum. Her kunnu tey hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar. Tiltakið verður í hølunum hjá felagnum, Grønlandsvegur 58 í Tórshavn.

Tey, ið eru áhugað at vera við ella ynskja at vita meira um tiltøkini, eru vælkomin at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo

18. januar kl. 14- 17. Dagur fyri makar hjá krabbameinssjúkum

Tá krabbamein rakar, broytist gerandisdagurin, og tey avvarðandi skulu taka støðu til nógv nýggj viðurskifti, bæði praktisk og kensluliga. Mitt í sorgini og stúranini skal makin hjá tí sjúka bæði hjálpa, ugga og fáa gerandisdagin at virka sum best.

Tað hevur stóran týdning at fáa stuðul í einari slíkari støðu, og Krabbameinsfelagið fer tí at skipa fyri einum seinnaparti fyri makar hjá krabbameinssjúkum. Her kunnu tey hitta fólk í somu støðu í einum umhvørvi, har tað er í lagi at seta orð á sínar hugsanir og fáa stuðul at loysa ymsar trupulleikar.

Tiltøkini verða í hølunum hjá felagnum, Grønlandsvegur 58 í Tórshavn.Tey, ið eru áhugað at vera við ella ynskja at vita meira um tiltakið, eru vælkomin at venda sær til Krabbameinsfelagið á telefon 317959, ella umvegis teldupost: ffk@krabbamein.fo

Seinasta freist at melda til er 17. jan kl. 12.