Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dagtilboð til 12 børn og ung við fjølbreki

Spakin settur í til nýggjan depil til børn við fjølbreki Almannaráðið: Fitt av fólki vóru komin saman, tá Annika Olsen, landsstýriskvinna, í dag setti spakan í til nýggja depilin til børn og ung við fjølbreki á Gerðisvegi í Runavík. Áðrenn landsstýriskvinnan setti spakan í segði hon m.a. soleiðis:

- Vit avgera ikki sjálvi hvørja lívslagnu vit fáa. Vit avgera ikki sjálvi, hvussu okkara lívsumstøður verða. Summi verða fødd inn i truplari umstøður enn onnur. Men sum politikarar kunnu vit velja at gera umstøðurnar og karmarnar so góðar sum møguligt fyri tey menniskju, ið eru fødd inn í truplar umstøður.

- Tí fegnist eg um, at børn og ung við fjølbreki loksins fáa nútímans karmar at búleikast í. Eftir hátíðarløtuna á Gerðisvegi gekk leiðin oman í skúlan við Løkin, har Jóhann Laksáfoss, arkitektur, greiddi frá verkætlanini.

Eisini fluttu Magnus Rasmussen, borgarstjóri, og Annika Olsen fram røðu. Depilin skal loysa av stovnin Reiðrið, sum síðani á heysti 2005 hevur veitt eitt dag- og umlættingartilboð til børn við fjølbreki.

Hølis- og atkomuviðurskiftini á Reiðrinum eru ikki nútíðarhóskandi. Stovnurin húsast í einum vanligum sethúsum í Rókini á Saltnesi, ið ikki eru bygd til endamálið.

Heldur enn at pjøssa uppá verandi umstøður verður nú farið undir at byggja ein nýggjan depil til børnini. Talan verður um stovn, sum skal hýsa einum dagtilboði til 12 børn og eina umlættingareind til 8 børn. Í dag eru átta børn á dagtilbðnum á Reiðrinum.

Nýggi depilin verður bygdur til endamálið og kemur at lúka allar hentleikar til júst hendan málbólkin.

Byggiarbeiðið, sum fer at taka 14 til 16 mánaðir byrjar eftir ætlan fyrst í mars mánaði. Løgtingið hevur játtað 26,5 mió. kr. til verkætlanina.

Runavíkar kommuna hevur latið grundstykkið og kommunan ger stykkið byggibúgvið.

Myndafrásøgn við linkinum niðanfyri:

http://www.runavik.fo/Index.asp?pID={60951023-2FAA-4344-BCF6-2E5451626051}&cID={E36AAF12-09A0-481B-AF3E-4D54EF16E923}&ClearAreas=1