Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Stormurin í útnyrðingspartinum av Norra herfyri kann gerast dýrur hjá norsku netfeløgunum. Mynd: Scanpix

Dagmar kostar norsku netfeløgunum dýrt

Ein forsøgn hjá norska orkudirektoratinum (NVE) vísir, at netfeløgini væntandi noyðast at rinda í minsta lagi 100 mió. norskar krónur í beinleiðis endurgjøldum til streymkundarnar sum avleiðing av streymslitum, ið ódnin Dagmar elvdi til millum jól og nýggjár.

Tá streymslit vara longri enn 48 tímar í Norra, hava netkundarnir krav upp á 2.700 krónur, pluss 1.300 krónur fyri hvønn dag útyvir 72 tímar.

Harumframt kunnu netfeløgini verða revsað við, at tey noyðast at skerja inntøkurnar við 300 mió. kr. umvegis eina skipan, ið kallast Kile (endurgjaldsskipan fyri ikki veitta orku), skrivar Dagens Næringsliv.

– Kile er ein revsiskipan, ið gevur okkum inntøkumiss, sigur Asgeir Aase, netstjóri í Sogn og Fjordane Energi.

Tyngir 2011-roknskapin

Felag hansara boðaði um dagarnar frá, at streymslitini millum jól og nýggjár fara at tyngja 2011-roknskapin við øktum útreiðslum upp á umleið 100 mió. kr., tí nógvir kundar lógu í streymloysi í fleiri samdøgur.

Streymnetið er tryggjað, og felagið roknar tí við at fáa afturgoldið útreiðslur til umvælingar. Men tað eru smápengar í mun til endurgjøldini til kundarnar.

Sogn og Fjordane Energi roknar við, at umvælingararbeiðið fer at kosta nakrar tíggjutals miljónir krónur. Tussa Kraft í Sunnmøre upplýsir, at tað missir 150-200 mió. kr. sum avleiðing av Kile-skipanini.

20 norsk netfeløg hava júst verið á fundi saman og tosað um, hvussu tey skulu bera seg at í sambandi við møguliga inntøkumissin.

Kelda: www.sev.fo