
Dagføring av rættargangslógini
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur sett Aksel V. Johannesen, løgmanni grein 52a fyrispurning viðv. dagføring av rættargangslógini:
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Grein 52a fyrispurningur til Aksel Johannesen, løgmann
Viðvíkjandi dagføring av rættargangslógini
Kann løgmaður upplýsa, um verulig gongd er sett á arbeiðið, at dagføra Rættargangslógina. Um ja, nær kann væntast, at eitt úrslit av hesum arbeiði verður greitt at leggja fyri Løgtingið.
Viðmerkingar
Tíverri manglar í stóran mun dagføring av okkara lógarverki.
Ein ógvuslig hending herfyri, har ein løgreglumaður varð sligin í høvdið við einum politiradio hevur viðført, at eisini politistafelagið reisir spurningin, um dagføringar av Rættargangslógini.
Gerningsmaðurin kom í grundlógaravhoyring, men varð leyslatin. Dómsúrskurðurin bleiv kærdur til Landsrættin, sum staðfesti úrskurðin.
Politistafelagið sigur í sínum skrivi citat: "Ein av orsøkunum til, at gerningsmaðurin ikki kundi varhaldsfongslast, er, at § 762, stk. 2, pkt. 2 í donsku rættargangslógini um "retshåndhævelse" ikki er galdandi í Føroyum.
Tað er sera trupult hjá okkum at góðtaka, at ein politistur verður sligin í høvdið við einum "vápni", uttan at hetta verður mett nóg álvarsamt til, at gerningsmaðurin verður varðhaldsfongslaður", citat endar.
Løgmaður, allir tingbólkaformenninir í teimum politisku flokkunum og limirnir í Rættarnevndini hava fingið áheitan um at virka fyri, at reglurnar í Rættargangslógini viðvíkjandi varðhaldsfongsling verða dagførdar til somu skipan, sum galdandi er í donsku Rættargangslógini. Tí verður fyrispurningurin settur løgmanni til tess at fáa "status í málinum".
Kári P. Højgaard,
Løgtingsmaður