Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Country & Bluegrass konsert í Nebo!

Týskvøldið 17.januar skipar GJAMMA-LIVE fyri forkunnugari konsert í Nebo á Toftum, tá framúrskarandi Country & Bluegrass tónleikararnir Buddy Greene og Jeff Taylor koma á vitjan.

Buddy Greene er kendur frá vælumtóktu Gaither-upptøkunum, har hann oftast stendur fyri tí tónlistarliga innslagnum. Buddy Greene er nevniliga ein sannur snillingur á sínum høvuðs-ljóðføri, munnharpuni!

Saman við sær á ferðini hevur hann ein av góðu Nashville-tónleikarunum Jeff Taylor, sum hevur spælt saman við so kendum country-stjørnum sum Amy Grant, Vince Gill, George Strait, Ricky Skaggs og Martina McBride. Jeff Taylor leikar á ymisk ljóðføri, men er tað serstakliga harmoniku og írska tinfloytu, hann er kendur fyri.

Konsertin byrjar kl. 20:00, og fer ungi tónleikarin og framleiðarin Ólavur á Váli Olsen at framføra fyrstu løtuna.

Atgongumerki til konsertina kunnu bíleggjast á http://www.gjamma.com,/ og annars við dyrnar frá klokkan 19.

Kelda: nes.fo