Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

CORONAVIRUS - inntriv í trúarlívið

Seinastu tíðina hevur tíðindaflutningurin verið merktur av Coronavirus (Covid19). Virusi tók seg upp í Kina, og breiddi seg har frá til allan heimin, og frá at vera ein Epidemi gjørdist smittan ein Pandemi. 

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus 
Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 22.03.20

Covid19 nærkaðist okkara leiðum, tá hon fyrst kom til Danmarkar og síðani herjaði hon hjá okkum fyri gott tveimum vikum síðani. Myndugleikar, so sum løgmaður, landsstýrsimenn, landslækni og løgregla hava havt tíðindafundir í tíð og ótíð, tí alneyðugt er at kunna um aktuellu støðuna og geva ávaringar og vegleiðingar um hvussu fólkið á besta hátt kann fyribyrgja smittuni, tí talan er um eina virus, sum smittar skjótt og herviliga, og sum í ringasta føri kann leiða til deyða.

GERANDISDAGURIN BROYTTIST
Gerandisdagurin, bæði í Danmark og í Føroyum, broyttist fullkomiliga frá degi til dags. Myndugleikarnir, við løgregluni á odda, settu fólk í 14-daga karantenu. Allir borgarar landsins skula, so vítt møguligt, halda eina ávísa frástøðu, og verða heima so vítt møguligt, og ikki er loyvið at savnast í størri bólkum enn 10. Enntá Hennara Hátign Drotning Margretha kom í fjølmiðlarnar við eini koronarøðu til alla tjóðina og Ríkisfelagsskapin, har hon dyggiliga heitti á borgarnar “um at halda saman við at halda frástøðu!”
Eitt úrslit av hesum er, at stovnar, skúlar og handilsfyritøkur hava latið aftur í fleiri vikur, og ferðaflutningurin millum lond og innanoyggja er partvís steðgaður eisini í fleiri vikur. Alt fundarvirksemi innan vinnulívið er steðgað, og partar av vinnulívinum er lagt stilt ella sett niður í ferð - ein deyðans kvirra valdar á torgum, á gøtum og í høllum!

TRÚARLÍVIÐ ÁVIRKAÐ
Men coronavirusin hevur ikki einans rakt tað sosiala borgarliga lívið í gerandisdegnum og vinnulívinum, men eisini tað KRISTILIGA  ANDALIGA LÍVIÐ er hart rakt í hesum døgum. 

Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, hevur sent boð til prestarnar, at allar Gudstænastur mugu avlýsast næstu vikurnar. Føstu møtini og sunnudagsskúlar og ungdómsmøtir í missiónshúsum og samkomum um alt landið eru avlýst, og vikuskiftislegur og -stevnur í Nesvík og Zarepta, eru eisini avlýstar. Stóru páskastevnurnar, sum vanliga eru um alt landi, og sum savna túsundavís av fólki, eru eisini settar á null. Onnur stór tiltøk eru sett á stand-by, og stóra verkætlanin hjá OM-Føroyar at fáa trúboðaraskipið Logos Hope til Føroyar í summar er eisini avlýst. 

Enntá breyðbrótingin sunnumorgnar, týdningarmesta møti í brøðrsamkomunum, og sum hevur verið hildið í 139 ár uttan avbrot, er brádliga steðga – hendan støðan, sum er íkomin, og sum eingin kundi ímynda sær, er í dag ein søguligur veruleiki!

TRÚARLÍV Á NETINUM
Tað traditionella virksemi við Gudstænastum og møtum hevur kortini ikki verið heilt burtur, tí teldutøknin er komin  til hjálpar. Fleiri kirkjur og samkomur hava sent Gudstænastur og møtir hesar koronadagar fyri tómum hølum, men fyri fullum stovum, har føroyingar, bæði sjúkir og frískir, fríir og karantenuavbyrgdir hava lurtað eftir prædiku og sangi, sum m.a. hevur verið stroyma bæði úr Dómkirkjuni í Havn, Tabor og Nebo á Toftum og Elim í Søldarfirði og somuleiðis frá øðrum støðum. Um umstøðurnar ikki broytast í nærmastu framtíð, so verður meira stroyming frá møtum og Gudstænastum næstu vikuskiftini.  

FORBØN
Kristiliga Tíðindasendingin vil heita á allar Føroyingar um at halda tørn við bøn og ákallan, at vit skjótt koma burtur úr hesum umstøðunum, og at samfelagið kemur aftur at virka bæði andaliga og vinnuliga!!!!