Corona: Tveir persónar smittaðir, og eru nú 32 avbyrgd
Til í gjár á middegi, var bara tann eini smittaði persónurin í Føroyum. Nú er staðfet, at ein persónur aftrat er smittaður. Fyrradagin vóru fleiri kanningar annars gjørdar, og øll úrslitini vóru tánegativ.
Eftir at tveir føroyingar hava fingið staðfest
corona-virusið, eru nú í alt 32 fólk avbyrgd. Tað er Lars Fodgaard Møller,
landslækni, sum ger av, hvussu nógv skulu avbyrgjast. Mannagongin er, at
landslæknin kannar teir persónar, sum tey smittaðu hava verið í sambandi við.
Nú er staðfest, at ein persónur, sum hevur verið í Norðuritalia, hevur fingið staðfest coronavirus, upplýsa heilsumyndugleikarnir, so talan er um tveir coronasmittaðar føroyingar.
Mynd: Kunning frá Landslæknanum um, hvussu tú kanst sleppa undan corona-smittuni.