Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

CHRISTMAS CHILD 2017 - skógvaeskjur

Tað eru í ár 14 ár liðin síðani innsavningin í skógvaeskjur byrjaði í Føroyum. Tað er heimsumfatandi góðgerðarfelagsskapurin Christmas Child, við evangelistinum Franklin Graham, sum stendur fyri hesum átaki, sum er heimsins størsta jolaátak til børn. 

Kristiliga Tíuðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Hvørt ár verða gott 7 milliónir skógvaeskjur savnaðar inn um allan heim, sum verða býttar út til børn í 130 londum. Í eskjurnar kann man lata smálutir sum leikur, skúlaútgerð, ítróttarlutir, heilsulutir sum t.d. tannbust og tannkrem. Okkurt góðgæti kann eisini leggjast í. 

Fyrireikararnir síggja eisini til, at ein lítil traktat ella bóklingur, skrivaður á viðkomandi máli, eisini liggur i eskjuni, soleiðis at barnið og foreldur tess eisini kunnu lesa um Guds kærleika til tey. 

SEINASTA FREIST
Seinasta  freist at lata inn eskjurnar er sunnudagin 29. oktober, og eskjurnar úr Føroyum fara eisini í ár til børn í Rumenia. 

Á heimasíðuni hjá Christmas Child í Føroyum er yvirlit yvir allar kontaktpersónarnar og innsavningarstøðini, og eisini vegleiðing um hvussu man fyllir og pakkar eina tílíka skógvaeskju. Ein er vælkomin at seta seg í samband við okkurt av umboðunum fyri at fáa meira at vita.  Heimasíðan: www.christmaschild.fo

Hervør Sabina á Torkilsheyggi skrivaði ein sang til Christmas Child átaki fyri tveimum árum síðani, sum hon kallar “Gev eins og givið var tær!”  Hervør skrivaði eisini lagið til sangin. Tú kanst hoyra sangin inni á YOUTUBE, skrivað: Hervør Sabina, Gev eins og tær var givið!