Chelsea heimasíðan nevnir føroysku Champions League veitsluna
Á heimasíðu redaktiónini hjá Chelsea á Stamford Bridge í London, hevur man varnast aktiva leiklutin hjá føroyska Chelsea fjepparafelagnum, og í grein á heimasíðuni um hvussu fjepparafeløg halda Champions League finaluna, nevna tey, Champions League veitsluna, ið Chelsea FC Føroyar skipar fyri á Café Natúr leygarkvøldið.
Tá Chelsea hittir Bayern Munchen á Allianz Arena leygarkvøldið er talan um nokk størsta dyst í søguni hjá liðnum, og Chelsea fjepparafeløg gera nógv burtúr dystinum. Soleiðis er eisini í Føroyum. Dysturin verður vístur á øllum skermum í Café Natúr, men longu kl. 18, verður skipað fyri døgurða til Chelsea fjepparar.
Limir í Chelsea FC Føroyar sleppa at kappast um ymiskt í sambandi við dystin. Føroya Tele hevur latið høvuðsvinningin, ið er ein Samsung Galaxy Y smartphone, og sostatt møguleikin hjá einum limi, at fáa ein telefon, ið matchar til Chelsea troyggjuna.
Optikbúðin hevur latið einar Ray Ban sólbrillur, og Føroya Bjór hevur somuleiðis stuðlað við góðum vinningum.
Dystarhyggingin og døgurðin verður fyri Chelsea fjepparar í øllum aldrum, men eftir dystin er ætlanin at teir fjepparar, ið eru yvir 18 halda okkara egnu end of season veitslu, ið eftir ætlan verður eitt risa sigurgildið.
Chelsea hevur letur góðkendum fjepparafeløgum eina heilt serstaka DVD við nøkrum av størstu løtum í søgu felagsins, og hendan verður víst eftir dystin.
Sjálvandi ber til at gjalda limagjald á staðnum, og melda nýggjar limir til.
Les meira um tilmelding til døgurðan og annað á:
http://www.facebook.com/events/354175721310507/