Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Chase við nýggjum og góðum!

- nakað av tí besta, vit hava hoyrt á føroyska rockpallinum!

Eg havi sjálvandi fylgt føroyskum tónleiki tey seinastu 30-40 árini og var eg ikki sørt fegin um bólkin Chase, sum júst hava hildið teirra 25 ára dag.

Nú teir kom út við nøkrum nýggjum løgum, fór eg lurta eftir tí, teir komu við, tá teir byrjaðu og er tað sanniliga enn góður, berandi tónleikur.

Tað var nakað við, at nakrir innan tónleikin tá, sóust aftur í ymsum og hugsi eg serliga um Niclas og Mikkjal, sum høvdu serligu evnini innan sítt ljóðføri – Niclas á guitarinum og Mikkjal á bassinum.

Eg havi altíð verið tilhangari av super kláru og rockkendu røddini hjá Edmundi og hansara karisma á einum palli.

Ein kann ofta sita við hesi kensluni, hví slík frambrot ikki koma longri á leiðini, men har er svarið kanska ikki so einfalt, tí tað er ongin ivi um, at tað liggja stórar fíggjarligar avbjóðingar í slíkum og annað, men at vit hava sæð og hoyrt stór møgulig evni, er ongin ivi um.

Tá eg setti meg at lurta eftir fløguni “Chase” frá ´92, eru øll løgini væl og virðiliga frágingin og kann ein ikki koma uttan um lagið “Fyrstu ferð,” sum gjørdist ein “landaplága” og so bar hetta eisini ein góðan boðskap.

“Party Rap” stendur enn mát, í tí eg havi nevnt við dygdini, tí lagið stendur mát og tað ger t.d. “Reckless Life” sanniliga eisini.

Fara vit til tað, teir nú hava lagt fram, er tað nokk ikki nakar ivi um, at lagið “Alt Fyri Rock´n Roll” ikki sleppur inn á playlistarnar, men tónleikurin er fínur – við kontanta guitarinum og tí “freka,” Edmunda leggur fram.

“Gev Mær Medisin!” er eisini eitt super lag, sum torir at geva tí heila ein blástur av rocki á rættiliga høgum støði.

“Sannleikin” fer kanska meira aftur til upprunan og er eitt lag, eg ikki verði troyttur av, tí soundurin er bara so sera góður og taktfastur.

Chase var og er ein super bólkur, tí eg fái eina góða kenslu, tá eg seti meg við telduna og bara lati løgini sleppa at koyra.

Frá mær skal koma eitt stórt til lukku við teimum 25 árunum og vóni, at tit fara at ríka okkum við enn meira av tí, tit eru førir fyri!

Eg segði við meg sjálvan, at var tað nakað eg vildi hoyra og uppliva á ólavsøkuni, var tað at hoyra teir á Tórsfestini – tað var super!

Fríðálvur A. Jensen