Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Cash og Cash spæla Cash í Reinsarínum

Hjúnini John Carter Cash og Ana Christina Cash vitja í Reinsarínum sunnudagin 2. juni klokkan 19.00.

Á skránni er tónleikur hjá Johnny Cash, teimum sjálvum og øðrum.

John Carter Cash var í Føroyum í 2013. Tá vitjaði hann í Norðurlandahúsinum við sínum showi      “Cash on Cash”, har hann spældi sangir og fortaldi søgur um faðir sín, Johnny Cash.

At vera ommusonur Maybelle Carter er í sær sjálvum ein tungur tónleikaarvur, og tá man eisini er einasta barn í hjúnalagnum hjá June Carter Cash og Johnny Cash, var tónleikaleiðin sett frá barnsbeini.

Sum tónleikaframleiðari hevur hann arbeitt bæði við mammu og pápa sínum, umframt nøvnum sum Marty Stuart, Elvis Costello, Sheryl Crow og Willy Nelson.

Ana Christina gjørdist kend um alt USA í 2005, tá hon sum 19 ára gomul gjørdist fyrsta kvinna av latínamerikonskum uppruna, ið sang tjóðsangin við setanina av einum amerikonskum forseta. Hon hevur givið fleiri plátir út, ið hava fingið góða móttøku.

Meira kunning fæst á www.torsgota.fo.