
- stóri danski eftirspurningurin ger, at tað er neyðugt at hugsa um nýggjan vogn – longu nú!
Í 2012 valdu vit at fara undir sølu og tænastur til campingina, og er hetta økið bara støðugt vaksið hesi árini.
Sølan av nýggjum vognum er vaksin hvørt ár, men eisini onnur útgerð er blivin stórur partur.
Eisini innan tekniska og mekaniska partin er virksemið vaksið, tí alt fleiri vognar koma inn á verkstaðið, har allar møguligar ábøtur og viðlíkahald verða gjørd.
Tað er ongin loyna, at nógvir vognar eru runt um í landinum, sum skapar ein tørv á teimum tænastunum, vit kunnu bjóða.
Tá tað kemur til skaðar á vognarnar, hava vit eisini gott samstarv við annan veitara, ið hevur spesialiserað seg innan júst tað økið.
Akstovan tekur javnan vognarnar inn til sýn og eru vit tá klár at taka okkum av teimum ábøtum, sum krevjast.
Vit eru ikki farin undir at taka brúktar vognar inn, men síggja, at alt fleiri skifta brúktu vognarnar út við nýggjar.
Adria hevur eitt sera breitt úrval av vognum, sum hava alla framkomna útgerð, ið ger campingina til eina góða og trygga uppliving.
Neyðugt at bíleggja í góðari tíð!
Tað er ikki bara her í Føroyum eftirspurningurin er vaksandi, tí í ár løgdu vit merki til, at danski veitarin ikki altíð kláraði eftirspurningin, so tí er umráðandi at koma skjótt í køina, um ein ynskir sær nýggjan vogn í 2017.
Við teimum royndunum vit hava fingið hesi árini, gera vit nógv við ráðgevandi partin, tí tað hevur stóran týdning, at keyparin fær tað hann biður um, so at upplivingin verður eftir ynskið.
Vit hava sæð, at tað alla tíðina koma nýggir og spennandi vognar hvørt ár og viðhefti faldarin ber boð um, at tað sama verður fyri 2017.
Her er faldarin fyri 2017:
Kaj Andreasen & Co
Bergur Andreasen, stjóri