Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býtið av teimum seks sýslunum kundi verið eitt gott boð

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a um almennar húsaognir kring landið, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Ynski at seta avvarandi landstýrismanni hendan fyrispurningin. Um tað ikki ber til at greina svarið í sýslum, kundu kommunalu samstarvsøkini verði nýtt í staðin.

1. Kann landstýrismaðurin upplýsa fermetratalið á almennum húsaognum við virk-semi, býtt á tær
        seks sýslurnar í Føroyum?
2. Samlaða fermetratalið á leigaðum húsaognum, nýttar til alment virksemi, sum tað er í hvørjari av
        teimum seks sýslunum?
3. Fermetratalið á sjálvsognarstovnum í sýslunum, har landið rindar kostnaðin?
4. Hvussu nógv alment lønt starvsfólk arbeiða kring landið, uppgjørt eftir sama myndli, 
        í hvørjari av sýslunum?
5. Hvussu stór er almenna lønarútgjaldingin, býtt eftir sama myndli, í hvørjari sýslu sær?

Viðmerkingar
Um vit vilja varðveita okkara oyggjasamfelag, so fólk eisini í framtíðini velja sær bústað uttan fyri meginøki, krevst, at almenn arbeiðspláss í størri mun verða løgd kring landið. Tær gomlu sýslurnar kundu verið eitt gott boð, har politiska skipanin valdi at styrkja økismenningina við almennum arbeiðsplássum. 

Vællønt almenn arbeiðspláss krevja ofta góða útbúgving og servitan. Sjálvsagt verða tey flestu av hesum størvum løgd í høvuðsstaðnum á sama hátt sum í okkara granna-londum. Hinvegin er alneyðugt at hugsa um allar Føroyar. Tað kann politiska skipanin gera við at skapa/leggja førleikakrevjandi almenn arbeiðspláss kring landið.

Býtið av teimum seks sýslunum kundi verið eitt gott boð at greina, hvussu býtislut-fallið av almennum arbeiðsplássum er í dag, og um nøkur oyggj er afturúrsigld í mun til onnur øki. Tí fer ein uppgerð av virkseminum, knýtt at húsaognunum, almenna tørvinum á leigubygningum og útgjald av almennum lønum, býtt út á sýslurnar, at greina veruleikan.

Um tað ikki ber til at greina svarið í sýslum, kundu kommunalu samstarvsøkini verið nýtt í staðin.

Á Løgtingi,   15. apríl 2016
 
Kári P. Højgaard