Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Byrjandi byggivirksemi undir Fossum

Í sambandi við vegagerðina Undir Fossum/Oman Eið og Niðan Horn í Klaksvík, er útstykkjað til íalt 19 sethúsagrundstykki, harav ein stórur partur nú er seldur, og nú sæst, at byggivirksemi er byrjað. 

 Undir Fossum og Niðan Horn er ein av áhugaverdu býlingunum í Klaksvíkar Kommunu, har ein nýggj sethúsaútstykking er gjørd.

Hendan seinasta útstykkingin fevnir um 19 sethúsagrundstykkir, har tey flestu eru 4-500 fermetrar til víddar.

Sølan av hesum grundstykkjum fer fram eftir grundstykkjalistanum, sum fyri hendan partin er umleið 300 umsøkjarar.

Tekniska Umsiting býráðsins, ið umsitur hesa sølu, upplýsir, at í løtuni eru umleið tveir triðingar av stykkjunum seldir.