Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Arkiv mynd frá handilsvinnuráðstevnu.

Byrja starvsleiðina sum handilslærlingur

Er tú í einari støðu, har tú ikki rættiliga veitst, hvussu tú skalt koma í gongd og hvar tú skalt byrja tína starvsleið, so átti tú at umhugsað møguleikan at fara í handilslæru.
 
Vinnuhúsið:

Handilslæran er spennandi og mennandi, bæði persónliga og fakliga.
 
Í handilslæruni kemur tú í samband við nógv ymisk fólk í einum spennandi og fjølbroyttum gerandisdegi við nógvum og ymiskum uppgávum og avbjóðingum.
 
Handilsútbúgvingin er góð at hava í skjáttuni, tí hon letur upp fyri nógvum møguleikum.
 
Tú hevur møguleikan at halda fram, har tú hevur staðið í læru og koma longur upp eftir stiganum. Tú hevur eisini møguleikan at søkja starv í onkrari aðrari fyritøku í handilsvinnuni, har tað er eitt breitt úrval av fyritøkum av ymsum slag.
 
Handilsútbúgvingin gevur gott innlit í sølu, marknaðarføring og tænastu, umframt roknskapar- og mvg-viðurskifti.
 
Sostatt er handilsútbúgvingin eisini eitt gott prógv at hava í viðførinum, um tú seinni í lívinum broytir hugsan og velur at fara aðrar vegir.
 
Handilsvinnufelagið fer komandi tíðina at leggja nakrar brellbitar á Facebook síðuna “Vit sum handla”, har handilslærlingar í ymsum fyritøkum greiða frá gerandisdegi sínum sum handilslærlingar.
 
Far inn á Facebook síðuna “Vit sum handla”, og hoyr handilslærlingarnar greiða nærri frá spennandi og fjølbroytta gerandisdegi sínum.
 
Handilsvinnan hevur brúk fyri tær, skunda tær tí at søkja.