Býráðslimir tíma ikki á fund
Perlur, sum Einglapressan ikki tordi: Borgarstjórin váttar fyribrigdið. Grein í Oyggjatíðindum, 12. september 2008.
Í Runavíkar kommunu, hava býráðslimirnir ikki so nógv at taka sær til. Íløgurnar, sum kommunan hevur sett á skinnara fyri skjótt nógvum árum síðani, eru so dýrar, at kommunan megnar lítið meira enn at halda grýtuni í kók.
Tó klárar kommunan at byggja út kirkjugarðin, sum víst varð til í blaðnum mikudagin. Tann íløgan var nú ikki so dýr. Bara eina millión, men sjálvt um kommunuval verður seinni í ár, er Runavíkar kommuna so strongd, at tað minnir ikki sørt um at búgva og virka í einari spennitroyggju.
Tað er serliga stórprosjektið við nýggja skúlanum, sum drenar lív úr kommununi, og serliga úr kommunukassanum.
Tá prosjektið fyrstu ferð kom undan dýnuni, skuldi skúlin kosta 40-50 milliónir. Nú er skúlin so komin upp á slakar 100 milliónir.
Oyggjatíðindi hevur líka síðani prosjektið sá dagsins ljós, roynt at kanna fleiri viðurskiftir. Men tá blaðið fór at biðja kommununa um alment innlit í fleiri viðurskiftir, bleiv prosjektið latið til Articon, sum stutt og greitt, ikki vildi geva blaðnum innlit í viðurskiftini.
Tað, sum serliga var áhugavert hjá blaðnum at fáa lýst var, at Runavíkar kommuna, góðtók, at keypa vindeygu frá táverandi býararkitektinum, sum eisini er svágur til borgarstjóran, Hans Jacob Lamhauge.
Hesi vindeygu eru av merkinum Pro-tec.
Men so skjótt Articon hevði fingið prosjektið, vaskaði borgarstjórin sínar hendur.
Og stutt aftaná, bleiv býararkitekturin fluttur frá Runavíkar kommunu, og til Articon at arbeiða.
Hetta var fixt, men spurningarnir hanga enn í leysum lofti, og eru ikki svaraðir. Tað er so eisini nakað, borgararnir í Runavík vilja hava svar uppá til komandi býráðsval.
Blaðið fær ikki at vita hvat Pro-tec umboði skal hava fyri vindeyguni, men mett verður so at samlaða prosjektið nú er so dýrt, at býráðslimirnir ikki longur tíma so væl.
Býráðsfundur skuldi vera hósdagin, 28. august. Men býráðsfundurin var so illa vitjaður av teimum fólkavaldu, at hann var ikki viðtøkuførur, og mátti útsetast til mánadagin 1. september.
Tá gekk betur.
Hans Jacob Lamhauge, býráðsformaður, váttar hendingina, men sigur, at hetta ikki er ein generellur trupulleiki.
Hann vísir aftur, at formaðurin í teknisku nevnd, Regin Olsen, er tann ringasti at møta, men tað er so tað, keldur okkara vilja vera við.
Men í kommununi er so lítið av pengum at arbeiða við, at tað má vera vert at umhugsa, at avtaka teknisku nevnd, halda keldurnar.
Hann sigur annars, at skúlin kostar 82-83 milliónir. men við innbúgvi kemur uppá 95 milliónir.
Skúlin er- sigur borgarstjórin, tikin í nýtslu, men tó er aulin ikki liðug, og øll Pro-tec vindeyguni er ikki ísett.