Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býráðskafé í Nólsoy

Jógvan Arge, Tórshavn, valevni á Lista E.

Listi E beyð nólsoyingum til kaffi, køkur og býarpolitikk í Royndarhúsinum. Orðaskiftið var drúgt, tí nólsoyingar høvdu nógv upp á hjarta.

Teir vóru eisini fegnir um, at Listi E var komin í oynna við øllum sínum býráðslimum at bera fram sjónarmið um framtíðina og lurta eftir nólsoyingum. Jákup av Skarði og Hanus Pál Jógvansson, báðir valevni, skipaðu fyri.

Heitasta evnið beint nú er siglingin um Nólsoyarfjørð, sum Silja Star hevur røkt nakað leingi, meðan Teistin hevur verið á sleipistøð. Silja Star siglir skjótt, men tekur færri fólk og er ikki so praktisk sum Ternan.

Fáa ikki sett búgv

Ein stórur trupulleiki hjá nólsoyingum er, at tey ungu fáa illa sett búgv í oynni. Tí hevur fólkatalið hug at kvinka niðureftir.

Tað komst ikki langt við eini ætlaðari kommunalari útstykking. Stykkini vóru kanska nakað dýr, men høvuðsgrundin var, at peningastovnarnir vilja ikki fíggja hús í Nólsoy við tí, tey kosta at byggja.

Í øðrum lagi standa eini 40 av 120 húsum tóm í Nólsoy, men tað liggur illa fyri at leiga tey ella keypa tey, so ungar familjur kunnu seta føtur undir egið borð har.

Vetrarfriðing og læknaviðtala

At vetrarfriða bygdina er eisini eitt mál í Nólsoy. Arbeitt hevur verið við hesum nakað leingi, men enn er ikki komið á mál. Nógvir nólsoyingar vilja hava seyðin úr túninum.

Gøta út á Borðuna hevði verið eitt íkast til ferðavinnuna eins og gøtur norðuri í Stong til at ganga og renna á. Kanska kundu hesi mál verið loyst í samarbeiði millum ALS og kommununa.

Eingin læknaviðtala hevur verið í Nólsoy í longri tíð. Nólsoyingar halda, at rímiligt er at hava eina slíka ið hvussu so er 14. hvønn dag. Sum nú er mugu øll til Havnar til lækna, eisini tey elligomlu.

Fría ferð um fjørðin og opinleika

Nólsoyingar vilja hava eina høll til ítrótt. Hugsað verður um høll, sum kann rúma flogbóltsvølli. Tyrlupallur er ongin í oynni. Tað halda tey vera burturvið. Nólsoyingar vilja eisini fegin hava sambýli til eldri fólk.

Nólsoyingar staðfesta, at so at siga øll onnur í Tórshavnar kommunu kunnu ferðast fyri einki við almennum farleiðum innan kommununa. Tað tilboðið eiga nólsoyingar eisini at fáa.

Eitt annað sjónarmið í Nólsoy var, at kommunan eigur at almannakunngera øll fundarreferat frá nevndarfundum á netinum. Tað hevði styrkt um medvitið hjá borgarunum og framt opinleika, var sjónarmiðið.

---