Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býráðið samtykti nýskapanarhúsið

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi:

Tórshavnar býráð hevur samtykt hóskvøldið at brúka húsið í Kongagøtu 7 til íbirtarahús ella nýskapanarhús. Býráðið hevur eisini samtykt at taka undir við einum uppskoti um, hvussu nýinnrættan av tveimum hæddum verður fíggjað.

Innrættað verður eitt hampiligt felags skrivstovuhøli og eisini stakar skrivstovur. Haraftrat verða rúm til felags facilitetir av ymsum slag.

Kommunan ætlar at fáa í lag samstarv við vinnulívið og útbúgvingarstovnar í kommununi um ráðgeving og verkætlanir eins og um virksemi í húsinum sum heild. Fróðskaparsetur Føroya og Vinnuhúsið hava sýnt ætlanini áhuga.

Kommunan staðfestir í málinum, at hon eigur at virka við til at dynamikkurin og skapanarhugurin hevur betri sømdir.

“Fyri eina kommunu, sum vil framá, er neyðugt við einum breiðum vinnulívspolitikki, ið skapar betri vakstrarmøguleikar hjá teimum, sum hava góð hugskot.

Her er nýskapanarhúsið, House of innovation Tórshavn, ein sera góð byrjan og eitt ógvuliga sterkt signal, sum ikki kann undirmetast,” sigur Tórshavnar kommuna.

Býráðið samtykti málið við 12 atkvøðum fyri og einari ímóti.

---