Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býráðið og vinnulívið

Jógvan Arge, valevni fyri Tjóðveldi Lista E:

Tann nýggi oddafiskurin í Fólkaflokkinum í Havn roynir at selja seg sum tann stóra vinmannin hjá vinnulívinum í Tórshavnar kommunu. Tað skal hann eisini gera, nú hann umboðar handan flokkin. Men slóðin eftir hann í so máta er ikki til at taka feil av.

Bogi Andreasen hevur hesi seinastu fýra árini sitið til háborðs á Vaglinum í vinnumálum. Saman við borgarstjóranum og nýggja samherja sínum Sjúrði Olsen skuldi hann skumpa undir vinnulívið í kommununi og fáa nakað nýtt at henda í Havn.

Men sum Bogi so beinrakið segði á uppstillingarfundi í sínum nýggja felag Havnar Framburðsfelag, so kom onki burtur úr hesum arbeiði!

Hugsi ikki, teir ætlaðu tað heldur. Parolan hjá teirra flokki í býráðnum hevur verið, at vinnumál skal kommunan als ikki nerta við. Tað arroganta svarið, tá slík mál vórðu umrødd, var, at hatta skuldi vinnan sjálv orðna.

Síðani Fólkaflokkurin í minniluta kom í ta støðu, at hann í býráðsins formansskapi kundi taka hvørkratak á borgarstjóran í vinnumálum, lá væl fyri at drepa ætlanirnar um at birta upp undir eitt fjølbroytt og nýhugsandi vinnulív í Tórshavnar kommunu.

Tað var so skjótt, at tað lirraði ikki í prátinum um virðir og visjónir og vinnumenning. Tá Fólkaflokkurin hevði fingið makt sum hann hevði akt í vinnu- og visjónsmálum, spann ikki í vinnumenningardeildini ella nøkrum øðrum líknandi initiativi.

Havi ongantíð skilt, hví Fólkaflokkurin var so hart móti uppskotinum hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum um, at kommunan skuldi gera sær greitt, hvat vinnulív fanst í høvuðsstaðnum og saman við vinnuni sjálvari leita upp og eggja til nýggjar leiðir at ganga.

Tað var ikki annað enn neyðug hjálp til sjálvhjálp. Tí minni enn helmingurin av lønunum í høvuðsstaðnum koma úr privatum vinnulívi. Tað bendir á, at okkum vantar íbirtarar og framleiðarar, ið kunnu fáa hjólini at mala betri.

Mín sannføring er, at trivnaður og vinnulív ganga hond í hond, og høvuðsstaðurin kann neyvan í longdini liva við, at framleiðsluvinnurnar hvørva.

Eitt nýtt býráð eigur at standa sum ein maður aftan fyri eina stevnu, sum ítøkiliga, skjótt og greitt fer undir tey neyðugu stigini, ið skula meðvirka til at menna hitt skapandi vinnulívið í Tórshavnar kommunu.

Tað er ein týðandi fortreyt fyri framtíðini her.

www.jogvanarge.com