Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býráðið má meðvirka

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur óivað ein baktanka við at svølta Sjósavnið á Argjum.

Hetta er eitt greitt signal um, at tað smakkar illa, at Sjósavnið er har, sum tað er.

Tað verða neyvan tær 100.000 krónurnar, sum landsstýrið hevur tikið frá savninum, ið fara at bjarga undirskotinum á landsins fíggjarlóg.

Men tað er óvirðiligt, at hesir fittu og áhugaverdu sýnislútir í høvuðsstaðnum nú eisini eru vorðnir offur fyri politiska herferðini at pína miðstaðin niður.

Sum nýggja landsstýrið hevur borið seg at ta stuttu tíð, tað hevur sitið við ræðið, er lítil vón um, at tað gongur í seg sjálvt í hesum málinum.

Tí mæli eg til, at Tórshavnar býráð, sum frá fyrsta degi hevur stuðlað tí sera áhugaverda og væl umtókta Sjósavninum, meðvirkar til, at savnið fær ta fígging, sum er neyðug, so tað kann virka nøktandi og á tryggum grundarlag.

Átakið við Sjósavninum er framúr. Tað er eitt viðkomandi lið í uppaling og kunning fyri bæði børn, vaksin og fremmandafólk.

Jógvan Arge,

Formaður í mentamálanevnd

Tórshavnar Býráðs