Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Býráðið játtar til svimjihøll

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at fara undir at fyrireika 50 metra svimjihøll í Havn.

Uppskotið fekk sera jaliga móttøku í býráðnum í gjárkvøldið, har allir býráðslimir tóku undir við, at neyðugt er at bøta um umstøðurnar hjá svimjinini í Havn sum heild, bæði almennu svimjingini og kappingarsvimjingini, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini.

Býráðið játtaði 500.000 krónur til endamálið og at seta bygginevnd at fáa til vega byggiskrá, har byggiætlanin verður lýst og kravfest ,og at gera skitsuuppskot.

Á fíggjarætlanini fyri 2012 eru settar 5 mió kr til at seta arbeiðið í gongd at fyrireika nýggja 50 metra svimjihøll, sum lýkur altjóða krøv, og sum saman við verandi høll nøktar tørvin á svimjing bæði hjá íðkarum og almenninginum.

Havnar Svimjifelag hevur javnan víst býráðnum á tørviná at víðka karmarnar fyri svimjing í Havn. Í eini heildarætlan, sum varð gjørd í sambandi útbygging av Tórsvølli sum altjóða stadion, er lagt upp til at leingja verandi svimjihøll.

Felagið hevur hinvegin víst á aðra loysn, har bygd verður nýggj høll við 10 geilum, 25x50 metra hyl, vestanfyri verandi svimjihøll í Gundadali, har ÍSF-húsið stendur í dag.

Fyrstu tøkini hjá bygginevndini verða at viðgera staðseting og vavi av byggiætlanini.